ØLL minnast vit dagin, tá føroyska landsliðið í fótbólti í Landskrona vann á Eysturríki. Minnast vit tað kortini ikki, so verða vit mint á henda dag aftur og aftur. Hann er líkasum vorðin ein heilagur føroyskur fótbóltsdagur, sum skal byggja føroyskum fótbólti brýr langt inn í framtíðina.
LEINGI hevur verið saknur á einum líknandi ?heilagum? degi innan føroyskan hondbólt. Henda ítróttargreinin, sum seinastu árini er við at detta heilt niður ímillum, tá hugsað verður um at dystast á altjóða stigi - og lutvíst eisini her heima - hevur nú bráddliga fingið ein møguleika at fáa vind í seglini. Føroyskur hondbóltur hevur fingið sítt ?Landskrona?.
OG føroyska ?Landskrona? eitur Vestmanna og VÍF.
SIGURURIN hjá vestmenningum á heimskenda liðnum úr Rumenia er einki minni enn eitt altjóða ítróttarbragd, og stendur sum so ikki nógv aftanfyri fótbóltssigurin í Landskrona á sinni.
HJARTALIGA tillukku VÍF, vestmenningar og føroyskur hondbóltur. At vinna 17-16 á einum av heimsins bestu hondbóltsliðum er einki minni enn eitt bragd. Her var so ikki bara talan um eina einstakliga prestatión. Her var eitt lið, sum spældi saman og sum spældi fyri sínum felag, fyri sínum heimplássi, sum spældi fyri Føroyum.
AT tað so júst skuldu vera vestmenningar, sum framdu hetta bragd, er so sjálvsagt. Neyvan finst tað nakað pláss í hesum landi, har eitt ítróttarfelag og ein ítróttargrein hevur fingið so góða undirtøku frá sínum egna fólki, sum júst Vestmanna. Vit hava sæð og hoyrt, hvussu vestmenningar fagnaðu og stuðlaðu sínum liði, tá hart leikaði á móti høvuðsfíggindanum Kyndli á útivølli. Her hevur tú veruliga merkt sannan ítróttaranda, tá hann er bestur, nevniliga har eitt lið fær 100% ?uppbakning? frá sínum egna bygdafólki.
TAÐ er eingin ivi um, at vestmenningar sum heild og áralongu hondbóltstraditiónirnar í Vestmanna saman við einum vælspælandi liði eiga æruna fyri hetta góða úrslit í Europa-cup. Fyri spælararnar hjá VÍF má tað hava verið sonn frøði at hava spælt móti hesum mætu hondbóltskempunum úr Rumenia á heimavølli og har løna sínum trúgva viðhaldasfólki fyri tess álit og áhuga - við einum so einastandandi úrsliti.
VÓNANDI fer hetta frálíka úrslit at kveikja nýtt lív í hondbóltin her heima. Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði kring landið fyri hondbóltsáhugað, men tað er líkasum at gularótin - hetta at vera við í altjóða hondbólti og har kunna vísa á góð úrslit - manglar. Hetta at fáa vitjan av góðum fremmandum liðum, og hetta at halda sínum egnu góðu spælarum til við at lata teir spæla móti spælarum úr øðrum londum. Vit siga ikki, at talan skal vera um nakra elitudyrkan, men eins og í fótbóltinum er eisini her tørvur á at kunna vera við í altjóða kappingum. Tað skal menna og eggja, tað skal halda einum til.
VIT eiga sera góðar umstøður kring landið til at spæla hodnbólt í. At hondbólturin kann koma á eitt hægri støði eisini fer at gera tað ikki minni áhugavert hjá teimum mongu, sum venja. Tað skal vera okkara vón, at góðu úrslitini hjá vestmenneningum í seinastu kappingini, eru við til at kveikja nýtt lív í føroyskan hondbóltat vera við í altjóða kappingum. Enn einaferð - tillukku við frálíka úrslitinum. Eingin nevndur, eingin gloymdur.