Ivan Johannesen 70 ár

Mánadagin 28. juni fylti Ivan Johannesen í Miðvági 70 ár

Ivan er kanska best kendur frá sínum politiska arbeiði, har hann bæði hevur verið løgtings- og landsstýrismaður.

Hann er miðvingur, og hann hevur búð alla sína tíð í Miðvági.

Hann var útlærdur sum maskinsmiður í 1951, maskin- og motorpassari í 1955, og maskinmeistari í 1958.

Ivan sigldi í nógv ár sum maskinmeistari við føroyskum fiskiskipum. Tá Ellisheimið í Miðvági var tikið í brúk í 1969, fekk hann starv sum húsavørður har.

Hann var eisini við til at útvega fyrstu ambulansuna í Vágum, og koyrdi hann eisini sum ambulansuførari eina tíð.

Hann hevur eisini sitið í nevndini í flakavirkinum í Miðvági, og var hann reiðari á skipunum hjá flakavirkinum.

Ivan hevur ein útróðrarabát saman við elsta soninum, og honum dámar sera væl at vera í bátinum og at fáast við seyð.

Lunnar vóru lagdir undir hansara politisku farleið, tá hann í 1970 bleiv valdur í bygdaráðið í Miðvági, har hann sat til 1974.

Í 1978 varð hann valdur á ting fyri sambandsflokkin í Vágum. Hann sat í 10 ár. Hann fall á løgtingsvalinum í 1988.

Tað sigst at vágafólk vóru so vís í, at hann fór at vera afturvaldur, at tey fóru at spekulera í atkvøðunum við tí úrsliti at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu menninar.

Eftir tað sat Ivan sum landstýrismaður fyri Sambandsflokkin frá 1989-91. Hann sat sum landsstýrismaður í fíggjarmálum og kom rættuliga í brennidepilin, tá ógvusliga búskparkreppan fór at merkjast.

Tá stóð so illa til, at Ivan alment segði frá í Sjónvarpi Føroya, at eingir pengar vóru hjá landskassanum at rinda lønir við.

Tað er tiltikið, sum Ivan plagdi at taka til sum landsstýrismaður, hann segði nakað soleiðis, " ein fíggjarlóg hevur eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu, um útreiðslurnar eru størri enn inntøkurnar, hongur ikki saman". Hann royndi við hesum at lýsa fíggjarpolitikkin soleiðis, at øll skiltu boðskapin.

Í 1994 var hann aftur valdur í løgtingið. Hann kom tá at sita í landsstýrinum frá 1994-98.

Ivan var í mong ár nevndarlimur í SEV, frá 1971-75 var hann umboðsráðslimur, og stýrislimur frá 1975-89, og formaður í stýrinum frá 1981-85.

Foreldrini hjá Ivan vóru: Johanna Sofía, f. Simonsen, ættað úr Sandavági, og Mikkjal Pauli Johannesen, úr Miðvági.

Hann er giftur við Sannu, f. Højbro, úr Klaksvík, hon er dóttir Ellu og Jógvan Højbro, sum handlaðu og løgdu lunnar undir Heygabúðina í Klaksvík.

Sanna og Ivan eiga seks børn: Meinhard, sum býr í Miðvági, Sólgerð, Elin og Rannvá, sum allar búgva í Klaksvík, og Finn og Karin, sum búgva í Miðvági.

Sanna og Ivan eiga 16 ommu- og abbabørn, har helvtin býr í Miðvági. Tey taka sær nógv av sínum barnabørnum.