Ivan Johansen Bilar hevur opið í vikuskiftinum

TíÐindaskriv

Í samband við at fleiri nýggj snið eru komin er opið hjá Ivan Johansen Bilum í vikuskiftinum, bæði leygardagin og sunnudagin. Nýggju sniðini eru øll á goymslu og møguleiki er sjálvandi at royna tey


Hetta er ein spennandi tíð, bæði so og so. Hjá Ivan Johansen Bilum kunnu vit bjóða fleiri nýggj snið fram. Bæði frá Mitsubishi og Citro-én er møguleiki at síggja, royna og sjálv-andi keypa nýggju snið-ini.
Citróen
Bilarnir frá Citroén hava altíð sett sín sermerkta dám á ferðsluna. Nýggjasta skotið er nýggi C5.
Vit kenna hann - men í nýggjastu útgávuni verður hjúkla um vælumtókta tungvektaran hjá Citroén; sermerkini eru fleiri og koyriegin-leikin liggur heldur ikki eftir. Tað er eingin loyna at Citroén væntar sær nógv av nýggja C5.
Mitsubishi
Bíða hevur verið eftir Mitsubishi eina tíð - gitingarnar hava verið fleiri hvat vælumtókta verksmiðjan nú fór at borðreiða við. Í heyst kom so tann nógv saknaði Mitsubishi Colt, ein bilur sum hýsur tí sum kritikarin vil hava og sum hevur útsjóndina við sær. Nógvir Coltar hava koyrt á føroysku vegunum gjøgnum ár og dag, og í dag er avloysarin klárur at taka yvir.
Mitsubishi Grandis er ein kollveltandi nýggjaheit frá Mitsubishi og hesin finnur valla sín líka í sínari stødd. Bilurin rúmar 7 fólkum og er - í mun til Coltin ikki sæddur á føroysku vegunum áður.
Tað er avgjørt við spenningi og dirvi at Mitsubishi bjóðar sínum kundum eina slíka útgávu, og sjálvandi eiga vit føroyingar eis-ini fáa høvi at ogna okkum ein Mitsubishi Grandis.
?og nógv onnur góð tilboð
Annars eru fleiri góð tilboð og fleiri góðir brúktir bilar á sølulistanum, umframt aðrir nýggjir bilar.
Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum.

Opið er leygardagin
13. nov. 14 - 16
Og sunnudagin
14. nov. 14 - 17