– Eg stilli upp til løgtingsvalið. Limir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hava heitt á meg um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Áheitanir frá flokkum eru onkuntíð komnar áður; tað vil so vera, tá tú hevur arbeitt so nógv ár í miðlunum.
Soleiðis skrivar Ivan Niclasen í morgun:
– Men í ár verður tað so. Og orsøkin er einføld. Tað sosiala haldførið í mongum løntakarafamiljum er viknað, og tann sosiala kontraktin millum ættarliðini er í vanda. Bústaðarmarknaðurin er bara eitt dømi. Býlistrupulleikin er ein tann størsta hóttanin móti vælferðarsamfelagnum í dag. Hjá støkum og ungum familjum við lág- og miðalinntøkum, sum í forvegin stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, er nærum ógjørligt at ogna sær ein bústað. Samstundis er leigukostnaðurin mangan so høgur, at ráðini eru ikki til at spara upp. Hvussu sær framtíðin tá út?
Eg eri søgufrøðingur og havi eisini eina MA-útbúgving í globalisering og integratión. Eg havi starvast í SVF og KVF í mong ár og verið journalistur, tíðindaleiðari, programmleiðari og stjóri.
Tað segðist um abba mín, Rudolf Niclasen, at hann var fremsti undangongumaðurin, tá fyrsta arbeiðsmannafelagið í Føroyum, Enigheden, seinni Fylking, varð stovnað á Tvøroyri í 1915. Fakfeløgini hava saman við serliga Javnaðarflokkinum verið við til at ment vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag. Javnaðarflokkurin má altíð staðfesta sín samleika sum flokkurin hjá løntakarunum. Vælferðarsamfelagið skal mennast. Tað borgar fyri sosialum tryggleika og møguleikum fyri øll. Men vit mugu ásanna, at hóast tað gongur framá í Føroyum og, at keypiorkan hjá lág- og miðalløntum nú kvinkar uppeftir, so eru tað framvegis ov mong, sum standa eftir. Tað eru framvegis ikki øll, sum fáa endarnar at røkka saman, og tað eru framvegis børn, sum eru í fátækraváða. Tað er óvirðiligt.
Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum við. Tí øll skulu við!











