Ivasama herferðin móti Norrønu

Óli Jacobsen
-------
Herfyri var eitt margháttligt tiltak ímóti Norrønu, har flestu fakfeløg í landinum boðaðu frá, at tey boykottaðu Norrønu við at avlýsa bíløgd skeið umborð.
Orsøkin var, at Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevði gjørt ein sáttmála við íslendskt fakfelag um íslendska manning á Norrønu til íslendskar lønir, sum vóru sagdar at vera lægri enn tær føroysku.
Íspinnarin til hetta tiltak var, sum tað skiltist, formaðurin í fiskimannafelagnum, og hesi tiltøk mugu tí roknast fyri at vera ein stuðul til hansara “stíl”.
Sjálvsagt kann mann halda tað vera løgið, at fólk við sama skipi skulu fáa ymiska løn fyri sama arbeiði. Tað er eisini náttúruligt, at føroysk feløg vilja verja seg ímóti at skula kappast móti bíligari arbeiðsmegi.
Eitt úrslit av hesum er, at íslendsk fakfeløg í bløðunum hava mælt íslendingum til at boykotta Norrønu.
Fyri at skilja hetta er neyðugt at vita, at umrødda fakfelag er Sjómannafelag Íslands. Hetta felag var upprunaliga Sjómannafelag Reykjavíkur, sum var eitt limafelag í meginfelagnum Sjómannasamband Íslands.
Men deildin í Reykjavík tók seg burtur úr landsfelagnum, broytti navn og gjørdist landsumfatandi. Nú er tað byrjað at kappast við sjómannasambandið á sáttmálaøkinum. Hetta er sjálvsagt ikki fallið í góða jørð hjá teimum. Tí er hetta veruliga eitt stríð millum íslendsk fakfeløg.
Hinvegin kann staðfestast, at Sjómannafelag Íslands er eitt viðurkent fakfelag. Tað er eisini við í altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF, har Sjómannasamband Íslands eisini er limur saman við hinum íslendsku og eisini føroysku feløgunum, sum umboða sjómenn.
Sjómannafelag Íslands heldur seg einki skeivt hava gjørt, men sigur seg hinvegin vera errið av at hava útvegað íslendskum ungdómi summararbeiði. Soleiðis kann ein sak síggjast frá tveimum síðum.

Kundi verið loyst uttan háva
Annars hava føroysku yvirmannafeløgini, sum kenna til hesi viðurskifti, havt eina sakliga frágreiðing í bløðunum, har tey vísa á, at tað er einki ólógligt ella óregluligt í hesum íslendska sáttmála. Hann er eisini í samsvar við FAS-lógina, sum greitt sigur, at føroyskir sáttmálar bert umfata føroyingar.
Sjálvi hava yvirmannafeløgini tryggjað seg móti óhepnum avleiðingum av slíkari sáttmálagerð, og tey hava víst á, hvussu FF kundi havt gjørt tað sama.
Tað eru tveir mátar at greiða eitt ivamál. Annar er at seta seg niður og royna at loysa tað eins og yvirmannafeløgini gera í málum sum hesum. Hin er at hevna seg inn á hin partin fyri at gera honum mest møguligt fortreð. Tað er sjáldan, at hetta er nøkur loysn.
Tað tykist at vera hesin seinni háttur sum flestu fakfeløg í Føroyum stuðla. Hetta sigur ikki so lítið, tá hugsað verður um tað, sum FF stendur fyri!!! Hetta er sera væl alment kent.
Bert eitt dømi um hetta er fylgjandi yvirskrift hjá Jan Højgaard í fjølmiðlunum:

Reiðarafelagið fyri Farmaskip lýgur: Ongin veruligur sáttmáli við Ísland
At henda yvirskriftin í hvussu er ivasom sæst við at fara inn á heimasíðuna hjá Sjómannafelag Íslands
www.sjomenn.is
har teir í tveimum tíðindastubbum greitt siga seg hava gjørt “kjarasamning”, t.v.s. lønarsáttmála, fyri íslendsku manningini á Norrønu.
Hetta er avgjørt ikki nøkur váttan um at RFF lýgur, heldur er tað hinvegin. Hetta man vera enn ein váttan um tað longu kenda trúvirðið hjá Jan Højgaard.

Hvat við at hugsa um føroyingar?
Norrøna er framvegis eitt stórt arbeiðspláss fyri føroyingar, eisini hjá limum í FF. Men stóð tað til formannin, so var Norrøna við dags varsil løgd á heysti 2008 við tapi av hesum arbeiðsplássum.
Umsorganin fyri føroysku limunum umborð hevur verið stak vánalig. Í 2008 varð gjørd ein broyting í skattingina av manning á FAS skipum. Hetta merkti, at skatturin fór niður á teimum høgu inntøkunum, meðan skatturin fór munandi upp á teimum lágu inntøkunum og mest á teimum lægstu, og tað eru hesi, sjómannadeild FFs umboðar. Tá var ikki rættur ein fingur fyri at verja egnar limur móti hesum reella lønarniðurskurði!

Trý feløg stóðu stinn
Tey trý feløgini, sum kortini vóru við Norrønu á ferðini 16. mai, lótu seg ikki syfta. Tey hava uppiborið viðurkenning fyri, at tey ikki lótu seg diktera av slíkum niðurbrótandi kreftum.
Eg eri fegin um kunna geva mítt lítla íkast til, at stuðla Norrønu. Skal eisini nýta høvið at takka øllum teimum fleiri hundrað fólkum, sum eg havi verið saman við á frálíkum túrum til Íslands.
Vil eisini takka Smyril Line fyri, at teir geva fólki møguleika fyri slíkum upplivingum eins og teir møguleikar til dømis barnafamiljur hava fyri at fáa bíligar ferðir.