Símun Absalonsen
????????????????
Í Danmark er politiska skipanin seinastu tíðina tvær ferðir vorðin útpurrað í samband við mál, ið viðvíkja fólkaskúlanum og fólkakirkjuni. Skúlamálið viðvíkur sonevnda Samuelskolen, ið sigst ikki at geva frálæru eftir almennu undirvísingarkunngerðini. Skúlin hevur dittað sær vísundaliga at seta spurnartekin við, um menniskjað er ættað frá apum, sum aftur eru ættaðar frá skriðdjórum, sum aftur eru ættað frá fiskum, sum aftur eru ættaðir frá amøbum, sum aftur eru ættað úr gróti, sum er komið úr ongum.
Skúlin ivast í, um niðanfyri standandi matematiska líkning hevur vísundaligt grundalag:
Stjørnustøv + tíð = omma + abbi.
Embætismannavaldið í Danmark heldur fast við, at ikki eigur at verða sett spurnartekin við "náttúruvísundaliga" familjualbumið, og um skúlin ikki heldur fast við almennu trúarjáttanina á omanfyri nevndu líkning, so verður eingin statsstuðul latin skúlanum.
Trúgv á menniskjuna sum eina biologiska yvirlivilsismaskinu, vorðin til av kosmiskari tilvild,
er í navninum á sonevndari rationalismu og fólkaupplýsing vorðin eitt "religiøst" faktum. Her er ikki pláss fyri sakligum vísundaligum atfinningum, og enn minni nøkrum metafysiskum "møsni" um ein møguligan skapara.
At tað ikki bert eru "fundamentalistiskir býttlingar" ið ikki góðtaka omanfyri nevndu líkning, men eisini ørgrynna av professarum innan náttúruvísund, harav fleiri nobelvinnarar, er neyvan paratvitan innan skúlagátt. Slík vitan er neyvan lætt atkomilig í einum sensureraðum skúla, ið skal eitast at vera rúmskygdur.
Vit mugu bert staðfesta at staturin ræður sjálvur fyri, hvat hann stuðlar, men enn hava vit tíbetur rætt at hugsa.
Grosbøll málið
Hitt málið ið hevur stolið forsíðurnar í donsku bløðunum er "Grossbøll" málið. Ein prestur í fólkakirkjuni, ið sum kunnugt er partvíst statsstuðlað, sigur seg ikki trúgva á skaparan. Ivasamt er nú um hann varðveitir embætið og sín "stuðul" frá statinum.
At staturin setur sum krav, at ein prestur í fólkakirkjuni hevur trúgv á skaparan er væl skiljandi. Men løgið má tað kennast, at meðan skapanartrúgv er treytin fyri at staturin kann stuðla fólkakirkjuni, so er skapanarvantrúgv treyt fyri um sami statur skal stuðla fólkaskúlanum.
Hvat mundu Kierkegaard og Grundtvig sagt í dag um sítt kæra skisofrena móðurland.
Svensk toleransa
Í Svøríki hava tveir dómsúrskurðir í ár fingið nógva umtalu í pressuni. Ein fríkirkjuprestur er dømdur 30 dagar aftanfyri rimarnar, av tí at hann í eini prædiku hevði tikið undir við bíbilska sjónarmiðnum um homofili. Hann varð meldaður eftir sonevndu antidiskriminatiónsparagraffini. Dómstólurin mátti tískil viga hesa paragraff uppímóti lógini um trúar- og talufrælsi, men hesar seinnu vórðu funnar ov lættar at vera og presturin noyðist tí aftur um rimarnar í tí "toleranta" Svøríki.
Enn er bíblian kortini ikki tikin av hyllini í svenskum bókhandlum.
Hin dómurin viðvíkur drápinum av kenda svenska politikaranum Anne Lind. Hon varð mett av mongum sum komandi socialdemokratiskur forsætisráðharri. Drápsmaður hennara varð dømdur í sálarliga viðgerð, og verður helst eftir hesa viðgerð ein fríur maður. Einkjumaðurin eftir Onnu Lind er í øðini og nógvir sviar eru ørkymlaðir. Teir krevja lógina broytta og halda, at drápsmaðurin slapp alt ov lætt.
Socialdemokratiski flokkurin í Svøríki hevur verið ein framherji í heiminum tá talan er um at innføra humanistiska lóggávu. Humanisma er ein filosofisk fólkareligión, sum er ateistisk, tvs. trýr
ikki á nakran Gud. Humanisman hevur tikið nakað av sínum "bleytu virðum" úr kristindóminum, og roynir at misnýta kristindómin fyri at marknaðarføra síni sjónarmið, men humanisman avnoktar avgjørt játtanargrundarlagið í kristnu trúnni. Hetta kann lesast í humanistiska manifestinum frá 1973.
Tá eingi absolutt virði finnast í tilveruni, er spurningurin um rætt ella skeivt altíð relativur. Etikkur og moralur er avgjørdur útfrá tíðarráki. Tað sum etiskt rætt í dag er kanska skeivt í morgin og øvugt. Eitt samfelag ið byggir á humanismu gerst ein tongul í brimi.
At svenskir socialdemokratar eru ørkymlaðir eftir dómin í Onnu Lindt málinum er kanska skiljandi. Men teir hava í stóran mun mynda svenskt lóggávuvald í ein mansaldur, og spurningurin er tí, um "fríkenningin" av drápsmanninum ikki beinleiðis er eitt úrslit av tí humanistiska evangelii, teir sjálvir í stóran mun hava verið við til at innført í Svøríki.
Menniskjalig gen avgera nú ikki bert húðalit. Men summir humanistar prædika at øll atferð er annahvørt miljø- ella genbestemt, tað veri seg seksuell orientering, religiøsitetur, kriminaliteur, osfr. Og tá vit ikki sjávi avgeran miljø ella gen, kunnu vit so ábyrgjast fyri tí, ið vit gera?
Føroyar við eitt vegamót?
Men tað er ikki bert í Svøríki og Danmark at borgarar kunnu fáa ikki sørt ambivalentar kenslur mótvegis politiska valdinum. Føroyar eru einki undantak. Politikarar okkara vera stundum bodnir við til ymisk tiltøk og alt gott um tað. Kl. 19 ólavsøkuaftan vóru tvey umboð fyri landsstýrið við til tvey ymisk tiltøk. Løgmaður røddi í Grasagarði, har felagið Friðarbogin (felag teirra samkyntu) skipaði fyri, og samstundis var mentamálaráðharrin í Margarinfabrikkini har hann helt røðu í samband við, at framsýningin um kristna mentunararv føroyinga lat upp.
Í røðu løgmans vóru lyklaorðini "hóvsemi, andsfrælsi og tolsemi". Hetta ljóðar sera gott, men spurningurin er, um hesi hugtøk kunnu standa einsamøll, uttan at finna akkersgrund í føstum virðum. Tey føstu virðini eru ikki til at fáa eyga á í humanistisku røðu løgmans og tað reisir beinan vegin nakrar spurningar.
Tá løgmaður tosar um tolsemi, er tað tá tað svenska "tolsemi" vit kunnu vænta okkum? Tá løgmaður í røðuni sigur, at tað er skilagott at viðurkenna sín egna kynsliga samleika, umfatar hetta so eisini tey pedofilu? Soleiðis kundu vit hildið á at spurt. Røðan hevði onga hellugrund, og reisir fleiri spurningar heldur at svara nøkrum.
Øðrvísi var í margarinfabrikkini. Her røddi mentamálaráðharrin um tey føstu kristnu virði, ið hava bygd tjóð okkara, men sum í dag tykjast at standa við eitt vegamót. Hann nevndi eisini humanismuna, sum ikki viðurkennir sær nakrar fastar normar, ella nakran mynduleika yvir sær.
-Í humanismuni er tað menniskjað sjálvt, ið skapir sær sínar egnu normar, einki pláss er fyri nøkrum givnum lívsreglum og eingir normar eru, sum ikki kunnu broytast, segði mentamálaráðharrin.
Hann endurgav fleiri dømi úr føroyskum skaldskapi sum staðfesti, at kristni siðaarvur og mentan ikki vóru flótandi hugtøk, men absolutt virði. Tað vóru slík virði, ið eyðkendi førningin hjá monnum sum Símun av Skarði, Mikkjal á Ryggi, Rasmus á Háskúlanum, oø.
Nú ólavsøkan er farin afturum er at vóna, at hóvsemi, andsfrælsi og tolsemi, grundað á trygg og føst virði, í framtíðini skulu eyðkenna tjóð okkara.
Millum mongu føroysku skaldsligu perlurnar ið mentamálaráðharrin endurgav ólavsøkuaftan var eisini hendan eftir Jóannes bónda:
-Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða,
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja,
føroyingunum her at byggja.