Ivast í um forboð hjálpir

Verður tað forboðið hjá ungum at brúka solarium, kann tað økja um nýtsluna

Tað er alt í lagi at seta forboð fyri, at ung undir 18 ár, sleppa at brúka solarium. Men spurningurin er um tað hjálpir.

 

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Felagið er biðið um at siga sína hugsan um ætlanina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, at banna ungum undir 18 ár at keypa sær tíð undir sólini hjá teimum, sum hava solarium.

 

Tað er staðfest, at ov nógv sól økir munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba og tað er nettupp fyri at fyribyrgja húðkrabba, at ætlanin nú er at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær tíð undir sólini í einum solarium.

 

Samstundis skal tað verða bannað hjá svimjihallum, og øðrum almennum og kommunalum stovnum og feløgum, at hava solarium yvirhøvur.

 

Arbeiðsgevarafelagið heldur, at fyribyrgjandi arbeiði hevur stóran týdning, eisini á hesum øki.

 

- Tað kann tykjast skilagott, ikki at loyva teimum undir 18 ár at brúka solarium, men vit ivast í, um endamálið, sum er at minka um tilburðirnar av krabbameini, verður rokkið við at gera eina lóg, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Felagið heldur, at miðvís kunning til tey ungu og teirra foreldur, hevði givið betri úrslit í royndunum at fáa tey at lata vera við at brúka solarium.

 

Karsten Hansen ásannar, at talið á teimum, sum fáa húðkrabba, er minkandi.

 

- Hetta er helst tekin um, at fólk eru meira tilvitað um vandan við solarium, umframt at fólk yvirhøvur hava betri sólvanar. 

 

Felagið heldur, at tískil skuldi grundarlagið fyri eini miðvísari kunning, verið gott.

 

Felagið heldur, at eitt beinleiðis forboð kann senda ungdóminum, og fólki annars, ein boðskap um, at halda seg frá solarium, og at tað sostatt hevur eina fyribyrgjandi ávirkan.

 

- Men av tí at einki eftirlit verður við, at lógin verður hildin, kann tað hugsast, at eitt forboð við lóg hevur akkurát øvugta ávirkan, nevniliga at tað verður spennandi at bróta reglurnar.

 

Eitt lógarforð kann eisini gera, at fólk bara fara at fáa sær solarium heima við hús, sigur Arbeiðsgevarafelagið.