- Lagið er gott, og vit fara at gera tað, sum vit eru førir fyri, sigur annar av føroysku U-21 venjarunum, Bill Jacobsen, úr Italia.
- Spælararnir eru í so góðari dystarvenjing, sum tað ber til hjá teimum at vera. Italiumenn spæla 4-1-4-1, og tað fara vit eisini at vera í útgangsstøðuni. Ætlanin er ikki at sparka, men í staðin at spæla fótbólt. Vit fara at royna at hava bóltin so leingi, sum tað ber til millum okkara. Vit plaga altíð at fáa málmøguleikar, og tað rokna vit við, at vit eisini fara at fáa hesa ferð. Spurningurin er so, um vit megna at fáa úrtøku.
Føroyska liðið er so væl mannað, sum tað ber til. Fimm spælarar, sum ikki vóru við í Albania, eru við í ferðalagnum hesa ferð. Teir eru Christian Mouritsen úr Manchester City, Páll M. Joensen og Ólavur í Ólavsstovu úr HB, Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi og Sam Jacobsen úr GÍ.
- Vit hava so góðar spælarar við hesa ferð, sum tað ber til. Spurningurin er, um allir verða førir fyri at spæla. Christian Mouritsen, Arnbjørn Hansen og Jónas þór Næs hava havt skaðar at dragast við. Jónas verður á liðnum, meðan tað er meiri ivasamt við hinum báðum.
Um allir verða tøkir, so fer føroyska liðið at síggja soleiðis út í annaðkvøld: Gunnar Nielsen, Blackburn ? Jónas þór Næs, AB, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar Hansen, NSÍ ? Kristoffur Jacobsen, KÍ ? Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, Bogi Løkin, NSÍ, Christian Mouritsen, Manchester City, Jóhan V. Gunnarsson, B36 ? Páll M. Joensen, HB.