Ivi um ísvøllin á Vaglinum

Høvuðspumpan til ísvøllin á Vaglinum fór fríggjadagin.

- Pumpan gerst ikki aftur og roynt hevur verið at útvega eina slíka pumpu uttanlands - ella at tillaga eina pumpu, sum kann útvegast í Føroyum til vøllin.

Tórshavnar kommuna sigur í morgun, at vøllurin fyribils er stongdur, og at nærri boð koma seinnapartin um, hvussu verður við vøllinum.

Sambært skrivinum, sum kommunan hevur sent út í morgun, er ikki vist, at vøllurin letur uppaftur, tí sagt verður "um og nær vøllurin letur uppaftur..."

Seinni í dag verður so meiri at frætta um, hvussu verður.