Jóan Símun Edmundsson var í hópinum, tá Newcastle í 2. umfari spældi ímóti Accrington Stanley og vann 3-2. Jóan Símun kom ikki á dómaraseðilin, men tað er mangan í Carling Cup, har Premier League liðini velja at royna yngri leikarar. Tí var tað óheppi, at Chelsea kom úr pottinum, tí tað er heldur óhugsaði, at Chris Hughton fer at geva teimum ungu møguleikan í einum slíkum torførum útidysti.
Tann mest spennandi dysturin í triðja umfari er uttan iva London grannauppgerðin millum Arsenal og Tottenham. Bæði Liverpool og Manchester United fingu lættar uppgávur á heimavølli. Liverpool møtir Northampton, meðan Manchester United skal á vitjan hjá Scunthorpe, sum í fjør hevði vitjan av Manchester City við Gunnari Nielsen á bonkinum.