Jóan Símun Edmundsson er ikki við á venjingarleguni hjá OB, sum er í Spania. Heimasíðan hjá OB skrivar, at orsøkin er at føroyski landsliðsspælarin er í holt við at skifta felag, og at felagið bara ynskir at hava spælarar við, sum verða partur kappingarárinum.
Heimasíðan skrivar, at felagið hevur boðið Jóan Símuni Edmundsson nýggjan sáttmála, men at toftamaðurin hevur ikki tikið av, men ynskir at royna seg á hægri stigi. Partarnir hava sáttmála fram til í summar, men OB hevur givið loyvi til, at framherjin sleppur at leita sær eftir nýggjum felagi. Høvðuspersónurin hevur onga viðmekring til støðuna.
Gilli Rólantsson Sørensen er í somu støðu í Brann Bergen, har hann hevur takkað nei til nýggjan sáttmála í norska felagnum. VG skrivar, at føroyski landsliðsspælarin tosar við donsk og ensk feløg, men navn verður ikki sett á.