- Strikes a well-controlled half-volley into the top corner, soleiðis lýsir almenna heimasíðan hjá Newcastle málið, sum Jóan Símun skoraði í kvøld. Hann legði Newcastle á odda eftir 13 minuttir og gott uppspæl.
Jóan Símun spældi fyrstu 84 minuttirnar á vinstra miðvøllinum, áðrenn hann var útskiftur. Bolton javnaði eftir 59 minuttir, men tríggjar minuttir seinni legði Phil Airey Newcastle á odda aftur. Løtu seinni økti sami Phil Airey til 3-1, áðrenn Sammy Ameobi staðfesti sigurin við máli til 4-1.
Heimasíðan skrivar eisini, at Jóan Símun kom væl frá uppgávuni í dag.
Newcastle liðið: Ole Soderberg, Danny Simpson, Shane Ferguson, James Tavernier, Paul Dummett, Conor Newton, Patrick McLaughlin, Ryan Donaldson, Jóan Símun Edmundsson, Haris Vuckic, Phil Airey.
Eykaleikarar: Michael Richardson, Jonathan Mitchell, Stevie Folan, Samuel Adjei, Sammy Ameobi.
Venjari hjá eykaliðnum er Peter Beardsley, sum í síni tíð umboðai millum annað Liverpool og Newcastle.