Jóan Símun slapp ikki upp í part

Føroyski landsliðsspælarin taldist millum áskoðararnar, tá ið OB vann stórsigur á heimavølli

Í gjár sá tað út til, at støðan hjá Jóan Símun Edmundsson í OB ikki var so galin, hóast hann ikki slapp upp í part, tá ið OB fyri stuttum var á venjingarlegu í Spania.

 

Tá ið OB venjarin Kent Nielsen valdi, hvørjir nítjan spælarar skuldu fáa boð at vera við í fyrsta dystinum eftir vetrarsteðgin, var Jóan Símun Edmundsson millum spælararnar.

Í dag vóru átjan nøvn á dómaraseðlinum, og tað sást einki til navnið á føroyska landsliðsspælaranum.

Jóan Símun Edmundsson var sáldaður frá, og nú er spurningurin, um hann fer at fáa boð, tá ið OB fríggjakvøldið fer at spæla á útivølli ímóti FC Nordsjælland.

 

Úrslitið í dag leggur upp til, at teir, sum vóru við í heimadystinum ímóti FC Helsingør, fáa nýggjan møguleika. OB vann 6-1, og álopsspælarin Anders K. Jacobsen skoraði trý mál.

 

Í gjárkvøldið var Brandur Hendriksson Olsen á dómaraseðlinum hjá Randers FC, sum legði rygg til 5-1 tap á útivølli ímóti FCK. Brandur sat á beinkinum alla tíðina.