Jóan Símun tekur seg fram

– Her er tað við 120 kilometra ferð og við knobbunum fremst! Føroyski fótbólturin er eisini kropsligur, men ferðin á spælinum er væl hægri í Onglandi, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við enska stórfelagnum, Newcastle

Fótbóltsútisetar: Fyri Jóan Símun Edmundsson hevur seinasta árið verið serstakliga hendingarríkt. Tað byrjaði við sigursmálinum ímóti russiska U21-landsliðnum, síðani fekk hann debut á A-landsliðnum móti Fraklandi, áðrenn hann fekk sáttmála við enska stórfelagið, Newcastle.
Hartil skal so nevnast, at í heimligu fótbóltskappingini var Jóan Símun ein av mest markantu spælarunum, og einki er at taka seg aftur í, at hann – við sínum seks málum og enn fleiri máluppleggum – var ein av stóru orsøkunum til, at B68 rakk so langt, at liðið bara var eina hársbreidd frá at spæla seg til eitt pláss í europeiskum fótbólti.
– Jú, hetta hevur verið eitt gott og sera hendingarríkt ár, men eg haldi, at tað er hent upp á ein náttúrligan máta, sigur Jóan Símun, sum eftir eina væleydnaða royndarvenjing í desember mánaði skifti til Newcastle í tíðliga í februar.
– Eg havi altíð trúð uppá, at eg havi tað, sum skal til, men undan kappingini í fjør hevði eg nógvar skaðar og fekk ikki vant nakað serligt. Kappingarárið í fjør var tað fyrsta, har eg ordiliga havi fingið vant og spælt dystir. Men at tað skuldi røkka til ein dyst á A-landsliðnum og at skora móti Russlandi, tað var so bara eitt plus.

Renna sum svakir
Henda tíðin, Jóan Símun hevur verið í enska felagnum, sum sær út til at vera á veg uppaftur í Premier League við sjeymílastivlum, hevur lært hann eitt sindur um munin á føroyskum fótbólti og enskum fótbólti.
– Her er tað við 120 kilometra ferð og við knobbunum fremst! Føroyski fótbólturin er eisini kropsligur, sum hann er tað her, men ferðin á spælinum er væl hægri í Onglandi. Tað er ringt at fáa spælið at koyra, tí menn renna sum svakir eftir bóltinum, sigur Jóan Símun, ið var greiður yvir, at tað fór at verða ringt at koma til eitt nýtt land og eina nýggja fótbóltsmentan.
– Eg visti at tað fór at verða ringt í byrjanini, men hetta er tað eg vil. Eg føli, at eg havi tikið meg nógv fram. Hetta er mín møgueliki, so fyribils hugsi eg ikki um at fara heimaftur til Føroya. Eg hugsi bara um at gera tað so gott sum eg kann, og vónandi verður tað nóg mikið til, at eg kann fáa sáttmálan longdan, sigur Jóan Símun.

Hevur árini fyri sær
18 ára gamli toftamaðurin hevur sáttmála við Newcastle fram til í summar, men umframt at satsa upp á eina tilveru sum yrkisspælari uttanlands, hevur hann eitt ynski um at gera seg galdandi á landsliðnum.
– Um eg fáa ein nýggjan sáttmála, so kann eg halda fram við at menna meg. Vónandi kann eg so gera meg galdandi á A-landsliðnum, men enn eri eg ungur og havi framvegis aldur til U21-landsliðið, so eg taki tað sum tað kemur, sigur Jóan Símun um vónirnar at vinna sær fast pláss á A-landsliðnum.
Hesa tíðina, síðani hann kom til Newcastle, hevur hann spælt við bæði-U18-liðnum og eykaliðnum há Newcastle. Í einum eykaliðsdysti herfyri var hann á liði saman við Joey Barton, ið er eitt kent andlit í enskum fótbólti. Tað spældi so væl av, at Barton spældi Jóan Símun leysan, sum sjálvandi skoraði!