Tað er 11. desembur, og norðari partur av Bretlandi er klæddur við tjúkkum kava aðru vikuna á rað. Í Newcastle er tað nógva av kavanum ruddað burtur, og kuldin tykist ikki fara at órógva dystin millum Newcastle og Liverpool, ið er á skránni hetta leygarkvøldið.
Til dyst við Jóan Símuni
Jóan Símun hevur bjóðað Sosialinum við á St. James’ Park, ið er heimavøllurin hjá besta liðnum hjá Jóani Símun og teimum í Newcastle. Sosialurin hittir Jóan Símun uttanfyri St. James’ Park, ið liggur mitt í Newcastle býi. Jóan Símun er ílatin einar ljósar kovboybuksur, eina gráa hettutroyggju, og so hevur hann eina ljósabláa húgvu smoygda niður um bæði oyruni. Hann er bara 19-ára gamal og livir fótbóltsdreymin í einum av teimum størstu fótbóltsfeløgunum í Onglandi.
Tað eru tveir tímar til dysturin skal bríkslast í gongd, men fleiri viðhaldsfólk eru longu møtt upp at vísa sína ónøgd við Newcastle eigaran, Mike Ashley. Hann er komin í andróður tí hann í vikuni koyrdi vældámda venjaran, Chris Hughton, frá. Sjálvt um vit ganga mitt gjøgnum eina mannamúgvu av fanatiskum Newcatle viðhaldsfólkum, so er tað ongin, ið kennist við Jóan Símun.
- Nei, tey kenna meg ikki aftur, men vónandi gera tey tað í framíðini, sigur Jóan Símun við einum smíli og tað skilst týðuliga, at hann vil hava tey at kenna hann aftur fyri síni avrik á vøllinum.
Skift venjara
Viðhaldsfólkini halda fram við at rópa slagorð eftir Mike Ashley. Oddvitin í mótmælinum er ein stuttur skallutur maður í Newcastle toyggju. Á rygginum stendur; “Up where we belong”(Upp har sum vit hoyra heima) vísandi til, at Newcastle aftur er í bestu deildini hetta kappingarárið.
- Hasin plagar at verða til onkrar av okkara venjingum, sigur Jóan Símun, meðan leiðin gongur gongur inn har fjølmiðlarnir halda til. Har skal myndamaðurin hjá Newcastle taka nakrar myndir av Jóan Símuni.
Spælararnir hjá Newcastle royna at tosa sum minst um fráfarna venjaran Chris Hughton og nýggja venjarin Alan Pardew. Tað er eisini galdandi fyri til tíðir lítilatna toftamannin.
- Tað kemur sum eitt lítið sjokk, akkurát tá teir koyra Chris Hughton. Vit á eykaliðnum leggja ikki so væl til merkis, at fyrstaliðið hevur fingið ein nýggjan venjara. Vit hugsa bara um at spæla fótbólt, sigur Jóan Símun, meðan vit ganga gjøgnum tunnilin, ið leiður okkum út á grasið á St. James Park.
Bæði myndamaðurin og fjølmiðlaábyrgdarin hjá Newcastle kennast við Jóan Símun og heilsa upp á hann. Myndamaðurin gevur Jóani Símun eina Newcastle troyggju, og so er klárt at taka myndir. Myndamaðurin tekur nakrar og biðjur síðani Jóan Símun fara úr húgvuni. Við eitt sindur av illvilja tekur Jóan Sìmun húgvuna av, men sigur samstundis smílandi á føroyskum, at tað er myndin við húgvuni, ið skal nýtast.
Býr hjá vertsfamilju
Jóan Símun kom einsamallur til Newcastle sum bara 18-ára gamal, men hvussu hevur Newcastle tryggjað, at Jóan Símun fær nakað ordiligt at eta?
- Í mínum føri gjørdu tey tað soleiðis, at eg slapp at búgva hjá eini familju. Eg búði fyrst hjá einum eldri pari og tað var super, men í longdini kendi eg meg kanska eitt sindur einsamallan. Nú búgvi eg hjá eini familju úr Avstralia, ið hevur ein son, sum eisini spælir á eykaliðnum hjá Newcastle. Tað er eisini ein frálík loysn, sigur Jóan Símun.
Áðrenn farið verður inn til áskoðaraplássini, gongur leiðin inn til “Shearer’s bar”, ið er uppkallað eftir málrevinum og legenduni í Newcastle, Alan Shearer. Nógv fólk eru komin saman at hugna sær, og á stórskýggjanum vísa teir SkySports, ið fylgir gongdini í øllum hinum dystinum.
Venur við stjørnunum
Jóan Símun venur við jøvnum millumbilum við besta liðnum, men hvussu er tað so at venja saman við kendum Premier League leikarum, so sum nýklakta enska landsliðsframherjanum Andy Carroll?
- Eg venji onkuntíð við besta liðnum, og tað er eitt stórt lop frá at venja og spæla við eykaliðnum. Tú venur teg skjótt við, at tað eru kendir Premier League leikarar, ið tú venur saman við, men tað er sjálvandi eitt sindur spennandi og stuttligt, sigur Jóan Símun uttan at ljóða alt ov imponeraður.
Ein knappan tíma undan dystarbyrjan fara vit inn á St. James’ Park, ið kann hýsa yvir 50.000 áskoðarum. Jóan Símun er fastur fúsur á stadium, tá besta liðið spælir.
- Tað er ótrúliga stuttligt at koma á St. James’ Park at hyggja eftir fótbólti saman við 50.000 fólkum. Støðið í Premier League er sera høgt, tað má eg bara viðganga. Tað er serliga stórsigurin á Sunderland, ið nógv verður gjørt burtur úr. Tað var ein serstakur dystur. Tað var eisini stuttligt at vera til dystin, tá Newcastle vann 6-0 á Aston Villa, sigur Jóan Símun, tá leikararnir koma á vøllin at hita upp.
Jóan Símun sigur sína hugsan um, hvussu hann væntar, at Newcastle fer at stilla upp. Eftir at hava sett lið upp einar tvær ferðir, velur hann teir 11, ið hann væntar skulu dystast ímóti Liverpool.
Venjarin hjá Jóani Símun á eykaliðnum er Peter Beardsley, ið er fyrrverandi Liverpool- og Newcastle leikari, umframt at hann hevur spælt á enska landsliðnum. Jóan Símun er sjálvur ov ungur at minnast aftur til tíðina, tá Peter Beardsley var í síni hædd sum fótbóltsspælari.
- Eg havi sæð nakrar upptøkur av honum, tá hann spældi. Hann var ein fantastiska góður spælari. Tað eru eisini fleiri av teimum eldru har heima, ið minna meg á tað. Fyri meg er hann tó ein venjari og mær dámar hann væl, sigur Jóan Símun, meðan leikararnir koma á vøllin. Jóan Símun kollgitti liðið hjá Newcastle og tykist trúgva upp á ein sigur á Liverpool.
Vil verða verandi
Newcastle viðhaldsfólkini rópa ókvæmisorð eftir Mike Ashley, men tað gongur bara ein løta, so leggur Newcastle liðskiparin, Kevin Nolan, Newcastle á odda. Brátt tagna rópini eftir eigarunum, og nú eru rópini bara stuðulsróp til Newcastle spælararnar í eyðkendu svørtu og hvítu troyggjunum.
Jóan Símun hevur atgongumerki saman við hinum eykaliðsleikarunum og ungdómsleikarunum. Undir liðini á honum situr ein viðleikari hjá Jóani Símun og heldur hond við einum ungum sprundi. Eitt tað kendasta andlitið í ensku fjølmiðlinum er Cheryl Cole, ið hevur verið gift við Chelsea leikarunum Ashley Cole. Hon er úr Newcastle og spurdur, um Jóan Símun hevur funnið sína Cheryl Cole, flennur hann bara.
- Nei, tað havi ikki, sigur hann, meðan hann flennur víðari.
Í hálvleikinum fellur prátið inn á framtíðina og hvørji mál Jóan Símun hevur við fótbóltinum.
- Í longdini er málið sjálvandi at sleppa á besta liðið, men í løtuni eru mínir tankar bara á eykaliðnum. Eg taki hetta kappingarárið fyrst, og so fáa vit at síggja í summar. Vónandi sleppi eg at vera verandi í Newcastle, sigur Jóan Símun, stutt eftir at Liverpool hevur javnað.
Dysturin endar við, at Newcastle vinnur 3-1 við tveimum málum sístu tíggju minuttirnar. Seinasta lítla árið er Jóan Símun farin frá at vera B68 og U-21 landsliðsframherji, til at verða Newcastle og A-landsliðsframherji.
- Eg havi avgjørt ment meg nógv. Eg havi faktist gjørt framstig á øll økjum, men tú mennist eisini, tá tú kemur at venja við betri leikarum. Eg kenni eisini á mær at eg eri blivin ein betri leikari. Tað hevur verið ein góð tíð og ikki minst ein lærurík tíð. Eg angri so bestemt ikki at eg tók av, sigur Jóan Símun at enda.