Jóanis vann í Danmark

Tá stóra Ístølt kappingin herfyri var í Fredrikshavn, var Jóanis í Hoygarðinum millum heilt stóru sigursharranar. Jóanis í Hoygarðinum umboðaði Føroyar í landsdystinum har seks lond vóru við. Her gjørdust Føroyar nummar trý av seks londum. Hetta má metast sum sera gott úrslit, tá hugsað verður um, hvussu nógv reiðfólk eru í londunum kappast var ímóti. Ísland (Jóhann R. Skúlason) vann landsdystin og Norra (Thomas Larsen) gjørdist nummar tvey. Í hesi kapping reið Jóanis í Hoygarðinum á hestinum Bassa frá Tindsgarði.

 

Stóra bragdið hjá Jóanis í Hoygarðinum kom tó í greinini Ice Kepni Special. Her gjørdi hann, nú á Sambo frá Tindsgarði, ikki mætari enn at vinna í bólkinum fyri fimmgongd ross.  

 

Tað var ein heilt serlig løta, tá føroyski tjóðsangurin rungaði í Íshøllini í Frederikshavn.

 

Ístølt Fredrikshavn er ein stór kapping, eisini eftir altjóða máti. Danska sjónvarpsstøðin TV2 sendi beinleiðis frá kappingini og eisini bar til at stroyma hana á netinum. Fyribils uppgerð vísir, at fólk úr 27 londum hava hugt eftir kappingini. Tað var útselt í høllini í Frederikshavn, áleið 2.000 fólk.