Jóannes Eidesgaard:Samgongan má hálsa um

?Føroya fólk hevur sagt nei til sitandi samgongu og verandi samgongupolitikk, og teir mugu leggja sjálvstýrispolitikkin um, sigur Jóannes Eidesgaard

SAMRÁÐINGAR

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur eisini saman við sínum floksmonnum fingið fundarboð frá løgmanni.
Jóannes Eidesgaard hevur heldur ikki útilokað nakran møguleika, áðrenn hann fer á fundin. Áður hevur nógv verið tosað um eina samgongu millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men hendan er ikki møgulig uttan so, at aðrir stuðlar vera við.
Formaður Javnarðarfloksins tulkar valúrslitið soleiðis, at fólkið hevur sagt nei til samgonguna, hóast hon ikki hevur fingið ein meiriluta ímóti sær.
?Føroya fólk hevur sagt nei til sitandi samgongu og verandi samgongupolitikk, og teir mugu leggja sjálvstýrispolitikkin um, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin leggur dent, at politiska innihaldið í einari komandi samgongu ikki má vera fullveldi.
?Vit virða, at løgmaður situr við ein møguleika sum hesum, og hetta haldi vit sjálvandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann ásannar eisini, at tað hevði komið óvart á mong, um Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu funnið saman, eftir ljóðinum í valstríðnum at døma.
Jóannes Eidesgaard sigur seg hava upplivað tað áður, at flokkar leggja á aðra leið, eftir valúrslitið er greitt.
?Vit mugu fyrst og fremst virða fólkið. Fólkið hevur sagt, at ferðin má setast niður í sjálvsstýristilgongdini. Tað er greið tala, sigur Jóannes Eidesgaard.
Nýggi tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum skal eisini hittast fyri fyrstu ferð, har menn fáa ein kjans at hitta hvønn annan og práta saman. Nýggi maðurin í tingbólkinum er Gerhard Lognberg í Skopun.
Um sítt persónliga val sigur Jóannes Eidesgaard, at hann er glaður og takksamur fyri tann nógva stuðulin. Hann misti tó persónliga nógvar atkvøður. Hann heldur, at hetta skyldast serliga, at tvøroyrarfólk vildu hava tveir menn inn á Tvøroyri. Vanliga er ein maður haðani valdur, og hesaferð var tað um reppið, at veteranurin Sverri Midjord varð valdur inn á ting. Allir hinir tríggir tingmenninir vórður valdir í syðra endanum av Suðuroynni.

Mynd: ?Vit mugu fyrst og fremst virða fólkið. Fólkið hevur sagt, at ferðin má setast niður í sjálvsstýristilgongdini. Tað er greið tala, sigur Jóannes Eidesgaard.