Er tað ein flokkur, sum heilt avgjørt ikki hevur áhuga í, at nýval verður útskrivað til løgtingsvalið beint nú, er tað Javnaðarflokkurin.
Ein nyggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin í hesi vikuni, vísir, at hevði løgtingsval verið í dag, hevði Javnaðarflokkurin verðið bumbaður yvir 70 ár aftur í tíðina.
Veljarakanningin vísir nevniliga, at hevði løgtingsval verið í dag, hevði Javnaðarflokkurin fingið sítt vánaligasta valúrslit síðani 1932.
À Løgtingsvalinum tann 19. Januar í ár, fekk Javnaðarflokkurin 19,3% av atkvøðunum, men hevði val verið nú, hevði flokkurin verið fyri rættilium skrædli, tí so hevði hann ikki ikki fingið meiri enn 14,2% av atkvøðunum.
Tað er ein afturgongd upp á heili 5,1% í turrum tølum og tað hevði gjørt, at hann hevði mist ein tingmann og hevði sostatt fingið fimm løgtingslimir, afturímóti teimum seks, hann hevur nú.
Sambandið og Fólkaflokkurin vinna
Veljararnir, sum javnaðarflokkurin missur eru sum heild farnir til Sambandsflokkin, tí samstundis sum Javnaðarflokkurin missur stórt, hevði Sambandsflokkurin havt eina framgongd upp á 3,7% og hevði verið stóri sigursharrin á valinum.
Tað hevði givið Sambandinum ein tinglim afturat teimum sjey, hann hevur nú.
À valinum í januar fekk Sambandsflokkurin 21%, men hevði val verið nú, hevði hann fingið 24,7% og tað hevði samstundis gjørt hann til størsta flokk á tingi.
Men ein annars, sum kann kníggja sær í lógvunum, er Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, tí eisini Fólkaflokkurin hevði staðið eftir sum tann stóri sigursharrin, hevði val verið í dag.
Á seinasta løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin 20,1% av atkvøðunum, men var val í dag, hevði hann fingið 23,4% og tað er ein framgongd upp á 3,3%.
Tað hevði eisini givið honum ein tinglim afturat teimum sjey, hann hevur nú.
Miðflokkurin missur
Hjá hinum flokkunum er lítil og ongin broyting. Sjálvstýrisflokkurin missur 0,1%, Tjóðveldið missur 0,2%, men Miðflokkurin stendur seg heldur ikki nakað serligt, tí hann missur 1,2% og verður stóri taparin, saman við Jóannesi Eidesgaard.
Sostatt hevði eisini Miðflokkurin mist ein av sínum trimum tingmonnum.
Stórt álit á Jóannes Eidesgaard
Men sum tað eisini sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur veljarin eitt rættiliga umstrídda áskoðan á Jóannes Eidesgaard.
Sum formaður Javnaðarfloksins, hevur hann øðrumegin tapt stórt, men hinvegin er hann samstundis tann politikarin, sum allarflestu føroyingar bæði vilja hava til løgmann og til samgonguleiðara.
Veljarakanningin vísir, at næstan fimtihvør veljari, ella góð 24%, vilja helst hava Jóannes Eidesgaard til løgmann.
Næstbest umtóktur er Høgni Hoydal, men hann vilja bara 12% av veljarunum hava til løgmann.
Her skal tó leggjast afturat, at triði hvør veljari veit ikki, hvønn tey halda er best hóskandi at standa á odda fyri landsins stjórn.
Men kanningin vísir eisini, at heili 34% av veljarunum vilja hava JóannesEidesgaard at halda fram við eini millilutasamgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og næstan 22% vilja hava hann at skipa eina aðra samgongu.
Hinvegin vilja 17,7% hava løgmann at skriva út nýval og 20% vilja hava hann at leggja frá sær.