Sunnudagin setti Jóannes Poulsen nýtt føroyskt met í bogaskjóting, tá hann fekk 586 stig. Hann vann eisini kappingina, sum bleiv hansara triðji sigur upp á tríggjar dagar.
Um vikuskifitð hava tríggjar kappingar verið hjá bogaskjúttunum.
Fríggjakvøldið 2 mars skipaði bogaskjótifelagið Ørvur fyri kappingini ØrvurOpen á 18 metra frástøðu, í Runavík. 8 skjúttar vóru møttir til kappingina, 6 compoundar og 2 recurvar.
Í innskjótingini var Jóannes Poulsen úr Ørvi stinnastur og fekk 579 stig, men beint í hølunum á honum var Nikkel Petersen, eisini úr Ørvi, við 576 stigum. Jógvan Niclasen úr Tambar fekk 563 stig, Kaj Johannesen úr Ørvi 561 stig, Aleksandur Leitisstein úr Ørvi 539 stig og Hans Asbjørn Eysturdal úr Ørvi 417 stig.
Hetta merkti, at Jóannes Poulsen og Nikkel Peteresen báðir gingu víðari til semifinalurnar uttan dyst.
Í kvartfinalunum vann Jógvan Niclasen 140 – 136 á Hans Asbirni Eysturdal, meðan Kaj Johannesen vann 139 – 132 á Aleksanduri Leitisstein.
Í semifinaluni vann Jóannes Poulsen 142-138 á Kaj Johannesen, meðan Jógvan Niclasen vann ein sera tættan dyst móti Nikkel Petersen. Støðan gjørdist 141 – 139 til skjúttan úr Tambar.
Nikkel Petersen tryggjaði sær bronsuheiðursmerki við einum 141 – 130 sigri á Kaj Johannesen.
Var semifinalan millum Jógvan Niclasen og Nikkel Petersen jøvn, so var finalan tað millum Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen tað ikki minni. Tað bleiv tó Jóannes Poulsen, sum dró longra stráðið og vann finaluna 144 – 143.
Í recurve-kappingini vann Sirið Rein úr Tambar 6 – 2 á Jógvani Petersen úr Ørvi. Hon skjeyt 439 í innskjótingini, meðan hann skjey 361.
Leygardagin 3 mars skipaði bogaskjótifelagið Tambar fyri kappingini TambarOpen á 18 metra frástøðu, í Tórshavn. 11 skjúttar vóru møttir til kappingina, 6 compoundar og 5 recurvar.
Í innskjótingini var tað aftur Jóannes Poulsen, sum var stinnast, við 579 stigum. Jógvan Niclasen fekk 578, Nikkel Petersen 571, Kaj Johannesen 566 og Aleksandur Leitisstein 543.
Tríggir teir bestu fóru beinleiðis víðari, meðan Kaj Johannesesn vann 141 – 135 móti Aleksandur Leitisstein í dystinum um seinasta plássið í semifinalunum.
Semifinalurnar vóru tí neyvt tær somu sum fríggjakvøldið og aftur hesaferð vann Jóannes Poulsen og Kaj Johannesen, 146 – 141. Í hinari semifinaluni fekk Nikkel Petersen tó hevnt seg fyri tapið móti Jógvani Niclsen kvøldið fyri. Hann vann 145 – 139.
Bæði bronsufinalan og gullfinalan endaðu 143 – 142. Bronsufinaluna vann Kaj Johannesen móti Jógvani Niclasen, meðan gullfinaluna vann Nikkel Petersen móti Jóannesi Poulsen
Bara ein kvinna møtti upp til kappingina í Compound, Rakul Dam. Hon skjeyt 520 í innskjótingini.
Í recurve fyri menn møtti Absalon Hansen og Regin Lützen. Absalon Hansen vann dystin teirra millum 6 – 0. Í innskjótingini fekk hann 564 stig, meðan Regin Lützen fekk 422 stig.
Hjá kvinnum fekk Jastrid. M. Jensen úr Vágaskot 500 stig, Sirið Rein úr Tambar 463 stig og Fríða Rein úr Tambar 242 stig. Sirið vann semifinaludystin móti Fríðu 6-0, men í gullfinaluni var Jastrid best og vann 7-3.
Sunnudagin 4 mars skipaði bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kappingini VágaskotOpen á 18 metra frástøðu, í Miðvági. 9 skjúttar vóru møttir til kappingina, 6 compoundar og 3 recurvar.
Jóannes Poulsen var væl fyri og setti føroyskt met í innskjótingini, tá hann fekk 586 stig. Nikkel Petersen fekk 575 stig, Jógvan Niclasen og Anja Eydnudóttir 562 stig hvør, Rakul Dam 510 stig og Hans Jákup Højgaard 491 stig.
Í kvartfinalunum vunnu Jógvan Niclasen og Anja Eydnudóttir á Hans Jákupi Højgaard og Rakul Dam, avikavist 144 – 134 og 143 – 137.
Anja tapti tó móti Jóannesi Poulsen í semifinaluni 145 – 141, meðan fyri triðju ferð í trimum kappingum skuldu Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen dystast í semifinaluni. Hesa ferð var Jógvan Niclasen stinnari og vann 142 – 140.
Nikkel vann tó bronsufinaluna 140 – 137 móti Anju Eydnudóttir, meðan Jóannes gjørdi hattrick og vann eisini hesa kappingina, 144 – 141 í finaluni móti Jógvani Niclasen.
Í recurve fekk Eggaba Andreasen úr Vágaskot 529 stig í innskjótingini, Jastrid M. Jensen, eisini úr Vágaskot, fekk 522 og Sirið Rein úr Tambar 457.
Sirið Rein vann semifinaluna móti Jastrid M. Jensen 6-4, men Eggaba gjørdi bart í finaluni og vann 6-0.