Jóannes Jakobsen: Vit vunnu uppiborið

- Eg eri sjálvsagt í HB-brillum. Teir vóru meira á bóltinum, men vit vóru meira vandamiklir. Andrew av Fløtum er millum annað púra einsamallur við málverjan, tá seinni hálvleikur er hálvrunnin. Vit vunnu uppiborið, og tað er eitt fantastiskt úrslit fyri HB og fyri føroyskan fótbólt, sigur Jóannes Jakobsen við Kringvarpið.

 

HB vann 1-0. Símun Samuelsen stóð fyri einsamalla málinum í dystinum.

 

Sigurin var ikki við til at vinna felagið víðari í kappingini. Salzburg vann fyrra dystin millum liðini heili 5-0. Samlaða úrslitið gjørdist tí 5-1 til Salzburg.