Jóannes: Nú kann Atli hava ein lort!

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen letur væl at Atla Gregersen, sum spælir sín seinasta landsdyst í dag

Landsliðið hevur havt seinastu venjingina áðrenn dystin móti svium, sum verður á Friends Arena í Stokkhólmi mánakvøldið. Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, sum er stóra fyrimyndin hjá Atla Gregersen.

 - Nú kann hann hava ein lort. Hevði hann nevnt tað fyrr, so hevði hann fingið onkrar ágóðar, sigur Jóannes Jakobsen í skemti.

##med2##

Sáttmálin við Lars Olsen gongur út á nýggjárinum, og Atli Gregersen hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum. Sostatt skal sigast farvæl við landsliðsvenjaran seinastu átta árini, og liðskiparan seinastu trý árini.

- Virðingin gongur báðar vegir. Vit hava spælt á sama plássi, sjálvt um leiklutirnir hava verið eitt sindur øðrvísi. Millum annað eri eg skjótari og leggi betri langar avleveringar, sigur hjálparvenjarin á landsliðnum í skemti.

- Atli hevur havt eina langa og góða yrkisleið á landsliðnum. Hann hevur verið noyddur at stríðast fyri henni. Hann var kanska ikki sjálvsagdur á liðnum sum aðrir. Føroyingar kunnu læra av honum, at onkuntíð mást tú bara stríðast og renna teir eyka metrarnar, sjálvt um tú eitur Atli Gregersen. Hann kann halda høvdið høgt, tí hann hevur verið við í tveimum stórum avrikum móti Grikkalandi. Hann hevur eisini verið við í einum bólki, har vits eta met. Hann kann við góðari samvitsku seta gaggurnar á hillina, sigur Jóannes Jakobsen.

Men tað er eisini møguleiki fyri, at dysturin móti Svøríki mánakvøldið á Friends Arena í Stokkhólmi, verður síðsti dysturin hjá Jóannesi Jakobsen sum hjálparvenjara hjá føroyska A-landsliðnum.

##ms##