Norðurlendska Teaturuniónin er felagsskapur av norðurlendskum fakligum samtøkum innan sjónleik.
Leikarafelag Føroya fekk fullan limaskap í uniónini í 1996.
Norðurlendska Teaturniónin skipar somuleiðis 2. hvørt ár fyri Norðurlendskari Sjónleikaráðstevnu.
Henda ráðstevnan verður í ár á fyrsta sinni í Føroyum í døgunum 7. - 11. august. Tá verður eisini dramatikaraprísurin handaður.
Dramatikaraprísurin verður latin til leikverk, ið er frumsýnt innanfyri tey tvey seinastu árini. Dentur verður eisini lagdur á, at leikverkið er nýskrivað. Í ár var møguleiki, fyri fyrstu ferð, at instilla eitt føroyskt leikverk, Eitur nakað land Week-end? eftir Jóanes Nielsen.
Á fundi í stýrinum fyri Norðurlendsku Teaturuniónina 24. mars 2002 í Havn varð leikurin Eitur nakað land Week-end eftir Jóanes Nielsen kosin vinnari av Norðurlendska Dramatikarprísinum 2002 við hesi grundgeving:
Leikurin ber brá av at gerast eitt nútíðar familjudrama, men gerst eitt spæl, ið fyri tað mesta fer
fram á afturlatnum psykiatriskum stovni, og sýnir okkum høvuðspersónin Jóhónnu millum hinar
sjúklingarnar á deildini.
Her eru gaman og álvari partar av styrki rithøvundans, soleiðis at ein skemtiligur og originalur
palltekstur, ið ger okkum bilsin og letur sinnið upp, trínur fram.
Leikurin er flótandi og frítt skrivaður, við ógvuliga myndavøkrum og hjartanemandi einarøðum,
ið sýna, at høvundurin er sera góður yrkjari við ansi fyri tí tragikomiska og við stórum manna-
tokka í sínum persónslýsingum.
Leikurin rúmar somuleiðis ein stóran bita av føroyskum sjálvsatfinningarsemi og lýsing av
sjálvhatri.
Høvundurin ræðist heldur ikki fyri at koma við atfinningum móti hjálandaviðurskiftum.
Ein feril af innflytara- g flóttafólkatrupulleikum er eisini við í leikinum.
Men í miðdeplinum stendur Jóhannumyndin við sínum óforloysta kærleika.
Menniskjanslig, grípandi og skemtilig lýsing.