Jóannes og Lisbeth gera ein brølara

? Siga Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard, at tey kunnu taka undir við samgonguskjalinum, hava tey valla hugsað seg nóg væl um, sigur Jenis av Rana

Nýggj samgonga

? Siga Jóannes Eidesgaard og Lisbeth Petersen at tey kunnu taka undir við samgonguskjalinum, gera tey ein brølara.
Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum, sum er minsti flokkur í nýggju fýra-flokka samgonguni, heldur ikki, at formenninir í teimum báðum flokkunum hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn tey søgdu sína hugsan um nýggja samgonguskjalið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at á ríkisrættarliga økinum liggur samgonguskjalið innanfyri tað, sum javnaðarflokkurin kann góðtaka.
Lisbeth Petersen hevur sagt, at sambandsflokkurin hevur heldur ikki stórvegis trupulleikar av tí partinum av samgonguskjalinum, har ríkisrættarligu málini eru viðgjørd, tí tað týdningarmesta er, at fullveldið er slept.
?Hetta er ein grundleggjandi brølari, tí fullveldið er alt annað enn slept, sigur Jenis av Rana, tí hann sigur, at sjálvsagt stevnir nýggja samgongan við beinari kós fram ímóti fullveldinum.

Gloyma fortíðina
Jenis av Rana sigur, at tað tykist sum um bæði Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard hava gloymt fortíðina.
? Tað er løgið at tey hava gloymt, at løgtingssamtyktin um sjálvstýri Føroya Fólks er samtykt og hon stendur framvegis við. Og tað er hendan samtyktin, sum nýggja samgongan byggir á.
?Sostatt byggir hendan nýggja samgongan á at tað arbeiðið, sum undanfarna samgonga gjørdi, skal førast víðari og endamálið við politikkinum er sjálvsagt fullveldið.
? At halda nakað annað, er eitt grundleggjandi mistak, ger hann púra greitt.
? Siga teir stóru andstøåuflokkarnir, at teir taka undir við samgonguskjalinum, siga teir framvegis, at teir taka undir við tí politikki, sum er førdur á ríkisrættarliga økinum, har endamálið er, at vit skulu hava fullveldið. Men tað meina javnaðar- og sambandsflokkurin valla og tí er tað illa umhugsað, tá ið tey nú siga seg kunna taka undir við samgonguskjalinum.
Hann vísir á, at tað, sum Jóannes Eidesgaard sigur nú, er ikki annað enn akkurát tað sama sum hann segði fyri fýra árum síðani, tí tá kunngjørdi hann eisini, at hann kundi taka undir við kósini, sum samgongan tá legði í ríkisrættarliga spurninginum.
Men tann politikkur, ið javnaðarflokkurin førdi, prógvaði nakað heilt annað, so spennandi verður at fylgja við, hvussu verður hesuferð....

Sera umráðandi
Jenis av Rana sigur, at tá ið miðflokkurin fór uppí samráðingarnar um at skipa samgongu, var tað sera týdningarmikið fyri flokkin, at nýggja samgonguskjalið skuldi vera eitt greitt tekin úteftir um, at
fullveldisgongdin í Føroyum heldur fram.
?Tað hevði alstóran týdning fyri okkum, at signalið úteftir var púra greitt, heldur enn tey tær ørkymlandi ábendingar, sum eru komnar seinastu árini, at aðruhvørja løtu eru vit á fullveldiskós, men at so onkur stígur fram annar dagin eftir og ger greitt, at tað eru vit ikki kortini, tí tað gjørdi, at ongin tók okkum fyri fult.
Jenis av Rana sigur, at miðflokkurin tekur undir við sjálvstýrissamtyktini uttan tí partinum sum sigur, at blokkurin skal skerjast.
?Sum so hava vit onki ímóti at blokkurin minkar. Men vit vilja fyrst hava fulla greiði á, hvat blokkurin er. Er blokkurin okkara rættvísa ogn, er ongin orsøk til at lata danir fáa hann.
Tað, sum formaður miðfloksins sipar til, er, at m.a. skal greiða fáast á, antin danir spara limagjald til NATO fyri at hava støðir í Føroyum, ella ikki.
? Spara danir endurgjald til NATO fyri støðirnar í Føroyum, er talan um eitt endurgjald, sum vit av røttum eiga og tað skulu vit ikki lata dønum, sigur Jenis av Rana