Jóansøkuframsýning í Oynni

Gallarí Oyggin lat hósdagin upp jóansøkuframsýning. Hetta er fyrsta av sínum slag í Oynni og eisini er tað fyrsta framsýning hjá kendum listamanni í Suðuroynni

 

List

Dagfinn Olsen


Gallarí Oyggin lat hósdagin upp sína fyrstu jóansøkuframsýning. Zakarias Heinesen, Rannvá Mortensen og Palle Julsgart sýna fram.

Fitt av fólki var til fernisering í góðveðrinum. Gallarí Oyggin er nógv ment síðani byrjan. Vakri aldingarðurin er vorðin partur av heildini. Eisini er café komin, Cafe Art, har til ber at hugna sær, meðan listin verður notin.

Síðani byrjan hava ymsar framsýningar verið. T.d. hevur Tróndur Patursson sýnt fram. Hetta var hansara fyrsta sýning í Suðuroynni, síðani sjeytiárini.

Á Jóansøkufamsýningini er ein annar av kendu listamonnunum við. Verk eftir Zakarias Heinesen eru við og er tað hansara fyrsta sýning í Suðuroynni nakrantíð.

Rannvá Mortensen býr í Havn, men er tó lokal. Hon er av Tvøroyri og hevur áður verið við á sýningum á Gallarí Oynni. Palle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna og er umframt listamálari.

Trupulleikin við sýningini hevur verið, at Zakarias Heinesen eisini sýnir fram uttanlands og at málningar hansara annars verða seldir beinanvegin. Tí gjørdist trupult at fáa eitt úrval til Suðuroyar, men tó eru áskoðarar ikki sviknir. Oljumálningar eru at síggja, men teir eru ogn, so suðuroyingar sleppa ikki djúpt í lumman. Men eisini vatnlitsmyndir eru og tær kann ein ogna sær fyri rímuligan penga.

Palle sýnir fram málningar og Rannvá sýnir eisini fram oljumálningar. Tó er her eitt sindur meira av spennandi royndarvirksemi. Kollasjur eru, og ikki er sørt, at politisk og tjóðskaparlig motiv eru ímillum.

Ein blandað og forvitnislig framsýning, ið bjóðar áskoðaranum av, tí góðskan er ikki at fara skeivur av.

Jóansøkugestir kunnu avgjørt njóta eina løtu í Cafe Art, í aldingarðinum ella bara við at spáka sær millum listaverkini. Er veðrið til vildar, og tað letur til, so er hugnaligt í aldingarðinum, har eisini annað enn blómur er at síggja. Millum livandi runnarnar eru eisini ymiskt til prýðis, millum annað rekaviður, ið Palle hevur havt undir hond.

Til ferniseringina sang Ljómur nakrar sangir og eydnaðist løtan væl. Palle Julsgart segði m.a. í vælkomurøðuni, at hann framvegis ætlar at starvast fyri, at suðuroyingar sleppa at uppliva føroyska list á høgum støði, eins og norðurlendska list.