Jógvan Jespersen
Útvarp Føroya
Hann er ikki sørt firtin um ein tíðindastubba um eina kanning av hægstarættardómum í 1999 og 2000. Hann metir, at hesi tíðindi eru so av leið, at hann noyðist alment at greiða frá, hvussu okkara rættarskipan grundleggjandi virkar.
Í roynd og veru átti ikki at verið neyðugt at gera viðmerkingar til hesa grein, tí ÚF hevur ikki borið nøkur skeiv tíðindi ella endurgivið nakað skeivt, men viðkomandi viðmerkjari hevur ikki lurtað nóg væl eftir tí, sum varð sagt. Hinvegin er ikki rætt, at ivin, sum viðmerkjarin sáar um trúvirðið hjá ÚF, skal standa ósvaraður.
Viðmerkjarin hevur fingið burtur úr tíðindunum 12. mars, at hægstirættur broytir triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti.
Tíðindini snú seg um eina kanning av 82 landsrættardómunum í revsimálum, sum í 1999 og 2000 vórðu kærd og viðgjørd í Hægstarætti. Sambært kanningini gjørdi Hægstirættur revsingina linari í næstan triðja hvørjum máli frá Eystara Landsrætti, men hetta hendi bert í 10. hvørjum máli frá Vestara Landsrætti.
Tíðindini vórðu endurgivin úr danska blaðnum Politiken. Í greinini í Politiken var kanningarúrslitið kunngjørt, og formaðurin í revsirættarnevndini hjá Advokatráðnum, forsetarnir í Eystara og Vestara Landsrætti og tveir serfrøðingar í løgfrøði, gjørdu viðmerkingar til kanningarúrslitið. Teir gjørdu m.a. metingar av, hví hesin munurin er.
ÚF metti, at tíðindini vóru viðkomandi fyri føroyskar lurtarar, tí Eystari Landsrættur er kærustovnur fyri dómar, sum verða feldir í Føroya Rætti. Radioavísin hjá DR metti eisini hesa greinina so áhugaverda, at hon eisini valdi at endurgeva hana.
Meira er ikki í hesum.