Tónleikarin Jógvan Zachariasen lat í gjár nýggja fløgu úr hondum. Hetta er fløga, hann rópar »Faith« ? trúgv ? og fagottin hjá Jógvani er høvuðsljóðførið á fløguni.
Talan er um eina instrumentala fløgu, har Jógvan spælir sálmar og sangir. Talan er um sangir sum »Bert ein dag«, »Nærri mín Gud til tín«, »Hon er frí« og »Krossurin«. Fleiri aðrir sangir eru eisini á fløguni, og millum teirra er eisini ein Kingo sálmur, sum Jógvan spælir á ljóðføri sítt.
Jógvan gav eina líknandi fløgu út í 1997, og tað var fyrsta fløgan í Føroyum við fagottspæli.
Samanspæl
Stílurin á nýggju fløguni er líkur fyrru fløguni, men tann nýggja fløgan ljóðar øðrvísi, og samanspælið við onnur ljóðføri er øðrvísi og meira eyðsýnt.
Nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum spæla saman við Jógvani. Regin Guttesen spælir ljómborð, Jákup Zachariasen gittar, Jan Zachariasen bass og Óli Poulsen slagtoy.
Óli Poulsen hevur eisini ljóðblandað tónleikin á fløguni.