Jógvan Haraldsen var bara 15 ára gamal, tá ið hann flutti úr Vestmanna til Havnar.
Fyrsta arbeiði hansara var at hjálpa nunnunum, og tá hevði hann millum annað høsnafarm.
Hann lærdi til skipstimbrara á Tórshavnar Skipasmiðju..
Eitt skifti arbeiddi hann fyri seg sjálvan sum timburmaður og smíðaði fleiri hús í Havn.
Frá 1970 til 1996 hevði hann renovasjónina fyri Tórshavnar kommunu.
Jógvan Haraldsen var bara 20 ára gamal, tá ið hann fór upp í Frelsunarherin, har hann var flaggberi í 52 ár.
Hann giftist 29. mars 1952 við Elinborg úr Húsavík, og tey fingu fýra børn, Regin, Eyðbjørg, Magnus og Álvur.