Jógvan heldur fram sum formaður

Sami formaður heldur fram í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, tí Jógvan Arge er afturvaldur til formann, nú býráðsnevndirnar verða skipaðar av nýggjum. Halla Samuelsen er næstformaður.

Valið fór fram á nevndarfundi fríggjadagin, tá nevndin eisini viðgjørdi sín part av fíggjarætlanini fyri 2012, sum fevnir um børn og ung, fólkaskúlan, mentan og ítrótt.

Meirilutin, sum eru samgonguflokkarnir Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, tóku í høvuðsheitum undir við uppskotinum, meðan minnilutin tekur støðu seinni.

Meirilutin mælir haraftrat til, at útvegað verður játtan til javnbjóðis ungdómstilboð kring um í kommununi. Sum er eru slík tilboð á Margarinfabrikkini í Miðbýnum, í Hoyvík, Vesturbýnum og í Nólsoy. Mælt verður nú til at útvega játtan til eisini at skipa fyri slíkum klubbtilboðum í eitt nú Kollafirði og á Argjum næsta ár.

Meirillutin í mentamálanevndini mælir somuleiðis til at játta eina góða millión krónur til at uppstiga KT-útbúnaðin við samvirknum talvum í øllum flokshølum í fólkaskúlanum, so allir skúlar verða á sama høga stigi.

Limir í mentamálanevndin eru nú Jógvan Arge, formaður, Halla Samuelsen, næstformaður, Maria Hammer Olsen, Anfinn Brekkstein og Vagnur Johannesen.