Jógvan Martin heldur fram í NSÍ

Hóast fleiri av hinum stóru feløgunum í landinum hava ligið framvið, so hevur hjálparvenjarin á landsliðnum gjørt av, at hann í øllum førum tekur eitt ár afturat í NSÍ

Venjari

Runavíkingar hava nú í fleiri ár roynt at arbeiða seg upp ímillum stóru feløgini í landinum, og nógv er, sum bendir á, at hetta eisini er eydnast teimum.
Gaman í er NSÍ enn ikki komið á listan yvir feløg, sum hava vunnið FM-heitið í mansfótbólti, men í fjør gjørdist talan um silvur, og eisini í ár er liðið við í dystinum um fínasta heiðursmerki.

Fleiri um boðið
Venjari hesi bæði árini hevur verið Jógvan Martin Olsen, sum annars eisini er kendur fyri leiklut sín á landsliðnum seinnu árini.
Og tað er ikki farið óvart framvið, at hann hevur fingið somikið góð úrslit við NSÍ. Eftir hvat skilst, so hava bæði HB, B36 og KÍ ligið framvið at ogna sær undirskriftina hjá venjaranum, men nú tykist hendan jagstranin so at vera parkerað komandi tvey árini.
Á heimasíðu sínari hevur NSÍ nevnliga boðað frá, at felagið hevur gjørt nýggjan eitt ára sáttmála við Jógvan Martin.
Og einki er at ivast í, at hetta stuðlar enn meira undir álitið um, at felagið nú er um at støðast sum eitt av teimum stóru. Øðrvísi kann tað neyvan tulkast, tá sambiðlarnir eftir undirskriftini hava verið somikið stórir. So er spurningurin bara, um gullmerkini fara at koma í ár, ella um felagið kemur at bíða okkurt árið afturat eftir hesum.
Umframt sáttmálan við Jógvan Martin hevur NSÍ eisini gjørt sáttmála við Óla Hansen og Jónstein Petersen, og halda teir báðir fram í felagnum í øllum førum tvey ár afturat.