Í dag hevur Víkingur við 4-1 sigri í Klaksvík sligið rimmar fast, at felagsliðið hjá teimum í Leirvík og Gøtu er við í føroyska fótbóltstoppinum.
Eftir at bronsukrónurnar vórðu handaðar í Klaksvík hittust umleið hundrað víkingar í felagshúsinum í Leirvík. Og har varð fyri lítlari løtu siðani boðað frá, at Jógvan Martin Olsen eisini verður venjari hjá Víkingi í 2012. Partarnir eru komnir ásamt um at leingja samstarvið eitt ár aftrat.
Samstundis varð boðað frá, at Fritleif í Lambanum skal spæla við Víkingi í 2012. Fritleif er uppvaksin í ÍF og Fuglafirði. Seinna partin av hesum kappingarárinum hevur hann spælt við NSÍ, har hann hevur strítt seg til fast pláss. Nú flytir hann til Víking.