Tungt var at frætta, at boð nú vóru eftir Jógvani mitt í sínum lívsyrki, sum - hevði hann nátt eins høgan aldur og Bakk-omma, ið fyllti níti týsdagin - stóð miðskeiðis á lívsleið síni.
Mostir Jógvan, Zacharia var arbeiðskona hjá okkum. Av hesi grund kom leið okkara ofta at liggja norður á Bakka til Bakk-ommu, sum ikki æt annað í okkara hugaheimi. Hon bjargaði okkum mangan góðan bita og fløva inni við tann stóra Morsøe-komfýrin. Hjartalig, fitt og altíð læandi. Fjálg og stór.
Har var himmiríki á jørð hjá mær og Jógvani, tá ið mammur okkara ofta vóru upptiknar av øðrum gerningi - Har, millum hønurnar og skrukkurnar, sum áttu alt økið uttanfyri húsini - frá Nikulinu og yvir til Mallu, var okkara vígvøllur. Har búleikaðust vit og høvdu tað gott - Runnu út og inn og fingu ein góðan drekkamunn og nøkur mennandi orð frá Bakk-ommu at halda dagin fram við.
Var Astrid ikki inni, sum Bakk-omma æt - hetta var sjálvdan, so fóru vit til Gummu uppi á loftinum - Hon hevði ein kendan borðseðil: Fransbreyð við sera tjúkkum smøri uppá - Hetta ernaðust vit av, og dagurin helt fram.
Ájú, norðuri á Bakka var okkara ríka tilhaldsstað við einari almóðurligari, fjálgari og lívríkari Bakk-ommu, sum ráddi og virkaði har við mildni og góðsinni! Bakka-Jógvan sat friðarligur við endan og lýddi á við síni "rull".
Vit báðir Jógvan vóru javngamlir og gingu barnaskúlan saman. Hóast lítillátin, segði hann frá, tá ið hann metti seg órættvíst farnan. Hetta eyðkendi hann eisini sum vaksnan, har hann gav sær væl far um tað, sum fyrifórst í samfelagskjakinum, og tók lut í tí. Tá ið hann hevði sagt sína meining, tók hann ofta afturíaftur "Nei, eg sigi bara so".. Við hesum gav hann tær møguleika fyri at koma við tíni hugsan um málið, og virdi hann hana, hóast hon var ein onnur.
Pápin, Fritleiv var og er ein serstakur, framburðssinnaður undangongumaður innan føroyskan landbúnað og hevur víst á nógvar nýggjar leiðir. Eisini tí hevði hann tíðliga Jógvan við í øllum. Lutvíst misuntu vit Jógvani hesa spennandi verð, sum hann megnaði so væl rættiliga ungur. Hann var allastaðni: á fjøllunum, í fjósinum, hjá hønunum, hjá seyðinum, og so hevði hann tann skilagóða og góðsliga hundin Heykur. Mær untist at vera við nakað her, kanska mest til tann stuttliga partin.
Jú, tíðliga gjørdi Jógvan mansverk av huga og hegni, og var hann væl bygdur til hetta tunga arbeiðið. Hann helt ikki fram í skúlanum eftir 7. flokk, men vildi heldur í størri mun vera hjálpin á garðinum og læra meir um tað yrkið, sum skuldi vera hansara.
Tað rann eisini saman rættuligt trúfast og hjartaligt vinarlag millum heim okkara, og hevur tað verið ein tryggleiki fyri meg, fjálgandi og læruríkt. Tað hevur eisini víðkað sjónarringin, tí huglagið og framskygni var so serstakt í heiminum hjá Jógvani.
Jógvan var virkin og tók dúgliga lut í kjakinum um at menna landbúnaðin í Føroyum og var m.a. nevndarlimur og eitt skeið formaður í MBM.
Hesin dagur, sum var ein vanligur dagur við kendum setningi: At ambæta seyðinum norðuri í Halgadali; skuldi tó verða hansara feigdardagur. Men hann boðar tó eisini gleðiliga frá samanhaldni í familjuni um verk Jógvans, har pápin var við í bátinum, systirin á leið eftir gøtuni við Jógvani - og Mortani, sum tók lut í øðrum, ið hoyrdi garðinum til.
Júst her liggur styrki og troyst tykkara í hesi sváru tíð, har tit við samanhaldi og ríku minnunum um ein raskan skilamann, sum bøtti við lívinum ávegis til seyðir sínar, mugu halda fast við tað góða, sum Jógvan hevði at bera okkum - og ikki krøkja tykkum ov fast í tómleikan - Við páskaboðskapinum er eisini vón.
Friður verið við minnum um Jógvan Joensen, bónda.
Dávur