Jógvan og Eggaba eru fremstir

Skjóting - Jógvan Niclasen, Tambar, og Eggaba Andreasen, VágaSkot, eru fremstir í Grand-prix-kappingini í ávikavist compound og recurve

Grand Prix-kappingin 2010/2011 er bygd upp um tey úrslitini, sum verða skotin í kappingunum á 18 metrum gjøgnum veturin. Kapp­ingin er skipað í compound og recurve. Menn og kvinnur skjóta samn. Tað eru tey innleiðandi úrs­litini, sum telja. Besti skjúttin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig, nummar trý fær fýra stig, og so framvegis.