Tað er kanska ikki meira, enn fyri 20 árum síðani, men raðfestingin er kanska øðrvísi.
Eitt sindur av lagnunnar speisemi er tað, at Jógvan Arge, sum varð vrakaður og funnin ov lættur av nýggju kringvarpsleiðsluni, nú skal orðna allan landsliðsfótbóltin einsamallur - tað sama sum eitt heilt lið av útvarps- og sjónvarpsfólki, viðmerkjarum o. ø. gjørdi fyri 20 árum síðani.
Av sonnum gott, at Jógvan slapp aftur í kringvarpshitan!