Jógvan skrivar um líknilsi Jesusar

Í dag verður ein nýggj andalig bók útgivin. Tað er Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, sum gevur bókina Gjøgnum Nálareygað, út.

 

Gjøgnum nálareygað er ein bók um líknilsi Jesusar og hvussu hann nýtti myndamál í boðskapi sínum. Hann nýtti myndamál, sum øll kendu, fortaldi søgur, sum hóskaðu til umstøðurnar, og lærdi sannleikar, sum ein og hvør kundi taka til sín og akta. Enn í dag eru líknilsi Jesusar kend um allan heim og hjálpa teimum, sum vilja lurta, at skilja djúpu, ríku og lívsumbroytandi sannleikarnar í einfaldu søgunum.

 

Símun Absalon sigur soleiðis í fororðunum:

- Við hesi bók um myndamál Jesusar hevur Jógvan Zachariassen givið føroyska bókaheiminum eina perlu, sum vónandi mong fáa gleði av at lesa. Hetta er ein bók, sum eg vænti verður lesaranum til uppbygging, áminning og troyst.

 

Bókin er 335 síður og er eisini skrýdd við 52 vøkrum myndum – ein mynd fyri hvørt líknilsi og myndatalu. Framløga av bókini verður í hølunum hjá Dugna seinnapartin í dag.

 

Jógvan Zachariassen hevur givið fleiri bøkur út, millum annað bøkurnar Samkoman í 2007, Frælsi í 2013 og At elska og liva í 2014. Hann er samkomuleiðari í samkomuni Lívdini í Hoyvík.