Jógvan ætlar at stjórna Sjálvstýrisflokkinum

POLITIKKUR Varaborgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, ætlar sær at gerast formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Hann er varaborgarstjóri í Klaksvík, og nú ætlar hann sær at verða valdur Løgtingið

– Eg bjóði meg fram eftir komandi løgtingsval at verða formaður Sjálvstýrisfloksins.
So greiður er Jógvan Skorheim í Klaksvík. Hann er býráðslimur í Klaksvík umboðandi Sjálvstýrisfloksin – og varborgarstjóri. Hann er einasta fólkavalda umboð, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur umframt teir báðar Kárarnar á tingi.
Jógvan Skorheim vísir á, at nógv hevur verið skrivað og tosað um Sjálvstýrisflokkin síðani fólkatingsvalið.
– Eitt nú hava fólk, sum í áratíggjur hava stuðlað Sjálvstýrisflokkinum, mest sum sagt flokkinum farvæl. Fyri mær tykist, at ósemjurnar innanfloks eins og í almenna rúminum eru við at upploysa Sjálvstýrisflokkin, sum annars hevur bestu hugsjónirnar innan føroyskan politikk, sigur Jógvan Skorheim, sum ikki vil standa óvirkin og hyggja, og tí hevur hann tikið avgerð um at bjóða seg fram sum formann floksins eftir løgtingsvalið, tí hann vil føra Sjálvstýrisflokkin aftur á rætta kós.
– Mítt ynski er, at vit venda aftur til sosialliberalistisku hugsjónina, sum flokkurin er grundaður á, sigur hann og vísir á:
• at virkað verður fyri, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni.
• at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring.
• at flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi.

Jógvan Skorheim heldur, at við hesum grundarlag kann Sjálvstýrisflokkurin tryggja vælferðina hjá hvørjum einstøkum borgara at fremja rættvísan sosialan politikk og at verja og menna føroyskan siðaarv, mál og mentan.
– Eg bjóði meg fram eftir eftir løgtingsvalið av teirri einføldu orsøk, at trý formansval innan ein mánað er meiningsleyst. Tí hvat munagott fær ein formaður gjørt millum 20. og 25. oktober – ella frá 25. oktober til beint eftir valið?
– Vilja tit, at Sjálvstýrisflokkurin skal reisast, og sjálvstýrishugsjónin mennast, so er tíðin komin til leiðslu- og bygnaðarbroytingar í flokkinum, sigur Jógvan Skorheim, sum fyri at gera sína fráboðan meiri ítøkiliga nevnir trý dømi um, hvussu hann miðvíst fer at arbeiða fyri flokkinum og føroyska samfelagnum sum heild:
• Sterkari nærumhvørvi
• Sterkari fíggjarligt grundarlag
• Sterkari vinnulív
Hann sigur, at hesi punkt hanga sera neyvt saman og heldur, at við áræði, vilja og hegni ber til at skapa einar sterkari og fjølbroyttari Føroyar.

Sterkari nærumhvørvi
Jógvan Skorheim sigur, at Føroya Løgting má viðurkenna Føroyar sum eitt fjølbroytt oyggjarsamfelag.
– Mítt uppskot er, at vit býta Føroyar upp í sjey kjarnuøki, har hvørt øki hevur sína náttúrligu styrki. T.d. kundi verið skilagott, at Vágar hevði ferðavinnu og samferðslu sum kjarnuøki, meðan Norðoyggjar kundu havt fiskivinnu sum kjarnuøki, sigur hann.
Hann heldur, at fyri at gera niðurstøður um, hvussu hetta verður skipað á bestan hátt er neyðugt við eini gjølligari kanning og politiskum kjaki.
– Tá kjarnuøkini eru staðfest ber til at arbeiða eftir einum langtíðar leisti, har nýggir almennir stovnar verða sentraliseraðir í júst tí kjarnuøkinum, sum frammanundan er definerað, sigur hann – og vísir á, at hugsað ikki verður um miðfyrisitingina í hesum sambandinum.
Hann heldur, at við hesum høvdu vit fingið eitt sterkari nærumhvørvið kring allar Føroyar – bæði tá hugsað verður um avbjóðandi størv og eisini menning av hvørjum einstøkum øki sum heild.

Sterkari fíggjarligt grundarlag og sterkari vinnulív
Fyri at halda føroyska vælferðarsamfelagnum á einum hóskandi støði, heldur hann, at vit mugu hava fleiri pengar at arbeiða við – vit mugu útflyta fleiri vørur ella við øðrum orðum, innflyta meira pening.
– Mítt uppskot í hesum sambandi er, at vit nú veruliga fara at satsa upp á ferðavinnuna. Við ferðavinnuni fáa vit gestir til Føroyar at brúka pengar, samstundis sum vit ikki økja um útreiðslurnar í sambandi við vælferðartænastur, sum hesi sjálvandi ikki brúka. Man kann siga, at vit fáa økt fólkatalið uttan at økja um almennu útreiðslurnar.
Fyri at skapa karmarnar hjá privata fyritaksseminum, heldur hann, at neyðugt er við tíðaravmarkaðum stuðli frá tí almenna. Eitt nú við at lata stuðul til íløgur innan ferðavinnuna ella við at frítaka feløgum at gjalda skatt komandi 10 árini.
– Hendan skipan má tó ikki standa einsamøll, men tað er alneyðugt at seta ferð á fleiri tiltøk innan ferðavinnuøkið. Hetta hevði aftur skapt einar sterkari og fjølbroyttari Føroyar, heldur Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim leggur dent á, at hansar mál als ikki er at taka grundarlagið undan miðstaðarøkinum – heldur tvørturímóti.
– Við einum sterkari og fjølbroyttari Føroyum verða høvuðsstaðurin og miðstaðarøkið helst størstu vinnararnir. Tað man verða lítil ivi um, at høvuðsstaðurin er best útgjørdur at taka ímóti ferðafólki – serliga tá hugsað verður um kaffistovur, matstovur, náttklubbar, gistingarhús og annað, heldur Jógvan Skorheim.
– Við hesi fráboðan heiti eg tí á allar veljarar, bæði sjálvstýrisveljarar og onnur við somu hugsjónum, um at velja ein sterkan formann til komandi løgtingsval, sigur Jógvan Skorheim, sum bæði er valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingvið, varaborgarstjóri í Klaksvík og valevni til formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum.