Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur ongar ætlanir um at lýsa stjórastarvið leyst, tá Sjónvarp- og Útvarp Føroya leggja saman 1. januar 2005.
-Jógvan Jespersen hevur áður prógvað sín førleika, tá hann stóð á odda fyri báðum stovnunum, og hann hevur eisini drúgvar royndir úr báðum miðlum. Hann er eisini tænastumaður, og er settur at umskipa samanleggingina, og tá tann tilgongdin er gjørt, heldur hann á sum stjóri, sigur Jógvan á Lakjuni.
Bróta ikki setnarpolitikk
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð heldur, at samanleggingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya fer at hava ein nýggjan stovn við sær, og tí eigur stjórastarvið at lýsast leyst.
Hesum er landsstýrismaðurin ikki samdur í. Sum hann sær tað, er talan um ein tilgongd, har Útvarp Føroya er tann berandi stovnurin av tí einføldu orsøk, at ÚF er tann stovnur, ið fyrisitinarliga og búskaparligaer er betur fyri. Tað er tí eisini heilt natúrligt at lata útvarpstjóran leiða hesa tilgongdina.
Bæði Jógvan Jespersen og fyrrverandi stjórin í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal, hava áður sagt, at teir halda tað er rætt, at stovnarnir eiga at verða hvør sær, tí talan er um tvær grundleggjandi ymiskar uppgávur hjá loftmiðlunum.
Hesari meting er landsstýrismaðurin heldur ikki samdur við.
-Eg veit, at teir hava sagt hatta, men eg eri ikki samdur við teirri meting. Eg haldi ikki tað ber til at siga, at talan verður um ein nýggjan stovn, tí í veruleikanum tosa vit um eina umskipan av tveimum stovnum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vísir annars til, at í flestu grannalondum okkara eru útvarp og sjónvarp skipað í sama stovni t.d. DR í Danmark. Hetta gevur styrki og betri møguleikar at standa ímóti teimum stóru broytingunum og avbjóðingunum á kringvarpsøkinum, sum eru fyri framman. Hetta skuldi eisini givið starvsfólkunum betri arbeiðsumstøður og møguleikar.
Spurdur um tað ikki er siðvenja, at lýsa øll almenn størv leys, svarar landsstýrismaðurin, at í prinsippinum er tað rætt, men í hesum føri er eftir landsstýrismansins meting ikki talan um eitt nýtt starv, og tí metir Jógvan á Lakjuni ikki, at tøvur er á at lýsa starvið leyst.
-Eg havi valt hesa loysnina, tí eg kenni meg tryggan við hana og eg havi breiðan politiskan meiriluta fyri henni. Eg meti tí ikki, at eg bróti nakran almennan setanarpolitikk, sigur hann