Jógvan við Keldu 70 ár

Í gjár, hósdagin 30. januar, rakk Jógvan við Keldu teim­um 70. Jógvan er klaks­vík­­ingur við stórum K, og hann hevur í mong ár ver­ið við til at sett dám á lívið í heim­staðnum, sum hann eisini hevur umboðað út­eft­ir.
Foreldrini hjá Jógvani við Keldu vóru Gigga og Theo­­dor við Keldu. Hon var ætt­að av Kirkju, men vaks upp hjá Elsubu og Jóan Jakku av Viðar­eiði, sum hevði út­­gerðar­felag og hand­­il í Klaks­vík. Í hesum fe­lag­num arbeiddi Theodor við Keldu, sum var ættaður úr Leirvík og hevði verið eitt stutt skifti á posthúsinum í Klaks­vík, áðrenn hann kom til Jóan Jakku. Gigga og Theo­dor gjørdust góð og giftust. Tey fyrstu árini búðu tey í Vági, og tíðliga í fimmti árunum fluttu tey norður á Garðar. Tá var Jógvan stórur smádrongur, og hann hevur síðani búð á Gørðum.
Gigga og Theodor fingu trý børn: Regin býr niðri, og Jógvan og Ásla búgva í Klaks­vík. Jógvan við Keldu giftist í 1965 við Betty Skaale av Toftum. Tey bygdu niðanfyri hjá Giggu og Theodor. Betty og Jógvan eiga trý børn: Gun­vá, Pætur og Tóra, sum øll búgva í Klaksvík.
Sum blaðungur arbeiddi Jógvan á Bollafabrikkini hjá Kjølbro, har John Høj var stjóri. Síðani var hann á kontórinum hjá Kjølbro. Jógvan droymdi um at eiga og reka sína egnu fyritøku, og hann var ikki meiri enn átjan ára gamalur, tá ið hann hevði fingið fyrsta umboðið. Tey fyrstu árini seldi hann tuflur, klæði, mjøl og sukur og so mangt annað, men so legði hann seg eftir serligum vørusløgum. Eitt nú PG te og ymisk sløg av keks og góð­gæti. Jógvan dugdi at síggja, at tað hevði stóran týdning at hava gott samband við við­skiftafólkini. Hann gav Handilstíðindi út, hann skip­aði fyri skeiðum heima á landi og ferðaðist saman við keyp­monnum í Danmark, og hann var miðskeiðis í seksti árunum við til at skipa fyri fyrstu vørumessunum í Klaks­vík.
Seinni skifti Firma og seinni Partafelag Theodor við Keldu, sum heilsølan hjá Jógvani nevndist, soleiðis, at teir løgdu seg eftir at selja IBM skrivimaskinur, IWO frystidiskar, Hasler og Tec kassaapparat og Divus vektir. Hvat hesum vørusløgunum við­víkur mundi Theodor við Keldu vera millum teir fremstu í landinum síðst í seksti árunum og fyrst í sjeyti árunum. Áðrenn Jógv­an av álvara fór upp í poli­tikk, fóru teir at selja bilar og maskinur, og í 1983 helt fyritøkan uppat. Svágurin og vinmaðurin, Leivur Fonn, fór at reka sína fyritøku við fleiri av vørunum, sum Jógv­an frammanundan hevði um­­boðað.
Longu í 1970 varð Jógvan við Keldu fyrstu ferð vald­ur í Klaksvíkar býráð. Tá varð hann valdur á fólka­floks­listanum saman við Hans Andreasi Jacobsen, sála. Eftir fyrsta skeiðið í býráðs­poli­tikki stillaði Jógvan ikki uppaftur. Men hann mundi vera væl og virðiliga bitin av politikkinum. Í 1980 bjóðaði hann seg fram bæði til løg­tingsvalið og býráðsvalið, sum vóru hetta heystið. Á fólka­flokslistanum til løg­tingsvalið kappaðist hann við Anfinn Kallsberg um at vinna sessin eftir Hákun Djur­huus, sála, sum ikki still­aði uppaftur. Anfinn vann, men tað var tepurt, tí mun­urin var bara tvær atkvøður.
Á fólkaflokslistanum til býráðsvalið hetta sama árið duldi Jógvan ikki fyri, at hann ætlaði sær at verða formaður, og tað eydnaðist. Hann var formaður í átta ár. Í 1988 tók hann seg aftur, men í 1992 varð hann afturvaldur, og tá var hann aftur formaður í tvey valskeið. Hann var so­statt býráðsformaður í 16 ár og tað er framvegis met í Klaksvík.
Hóast Jógvan var lands­politikari í fleiri ár, so fjaldi hann ongantíð, at tað, sum lá honum næst, var at sita í fremsta politiska sessinum í Klaksvíkar býráði
Jógvan er fryntligur og hugnaligur at vera saman við. Sjálvt um hann kann gera onkran vørrin við hvørt, so hevur hann eitt lætt og ljóst sinni, og tað vóru góðar dygdir at hava, tá ið hann skipaði fyri í Klaksvík og um­boðaði býin. Jógvan varð valdur á ting í 1988. Í fyrsta umfarinum var hann tvey ár í løgtinginum. Fínteljingin eftir valið í 1990 vísti, at eyka­valdi fólkafloksmaðurin var valdur í Suðurstreymi og ikki í Norðoyggjum. Í 1994 var Jógvan ikki á list­anum. Í 1998 varð hann val­dømis­valdur tingmaður, og tað var hann eisini í 2002 og í 2004, tá ið hann eitt skifti var lands­stýrismaður.
Millum politisku málini, sum føðingardagsbarnið gekk mest uppí, vóru sjúkra­hús­ið í heimbýnum og sam­ferðsluviðurskiftini. Tað er einki at taka seg aftur í, at hann gekk undan og var áhald­andi í stríðnum at vinna norð­oy­ing­um fast sam­­band um Leir­víks­fjørð.
Í meiri enn eina hálva øld hevur Jógvan nýtt sín­ar musikalsku gávur í sam­kom­uni í Betesda. Sum stórur drongur fór hann at spæla orgul í sunnudagsskúlanum, hann hevur spælt á møtunum í fleiri enn 55 ár, og hann hevði ábyrgdina av sangkórinum í væl meiri enn fjøruti ár. Framvegis stjórnar hann Seytjan sangarum.Jógvan hevur komponerað, sett út og yrkt. Tey, sum hava skil á tí, siga, at hann er eitt nátúrtalent í musikkinum. Tær umstøðurnar, sum musikk­áhugað nú á døgum hava at fara aðra staðni at nema sær kunnleika, vóru ikki, tá ið Jógvan var ung­ur. Men Jógvan hevur av­rikað nógv við teimum musikk­evn­unum, sum hann hevur fingið frá Skaparans hond, og hann hevur eisini stríðst fyri at fáa í lag og betr um­støðurnar hjá Klaksvíkar Musikk­skúla.
Tá ið so nógv er á skránni, kundi tað kanska bent á, at stundir ikki vóru til annað enn sang, tónleik og arbeiði. Hóast hann er pensionistur, so er Jógvan framvegis hvønn dag á skrivstovuni, og hann gongur nógv í náttúr­uni. Betty og hann eiga eitt fyrimyndarligt heim, har gestablídni og Gudsótti altíð hava verið sett í hásæti.
---
J