Jógvan Zachariassen skrivað undir sáttmála við plátufelagið Kingsway Records.
Enska felagið vil geva fløguna »Making Melodi« út kring allan heim. Talan er um instrumental fløgu, sum kom út í Føroyum í fjør. Føroyski ? og tann einasti í Føroyum ? fagottspælarin hevur sjálvur produserað fløguna við kendum altjóða sálmum, sum var upptikin í JakZac studio og Útvarpinum í fjør við føroyskum tónleikarum ? fyrst og fremst Regini Guttesen á klaver, og eisini Jóannes Andreassen somuleiðis á klaver.
Broyta navn
Smáar broytingar vera tó gjørdar við fløguni. Okkurt lagið glíður út, meðan Kingsway Records somuleiðis vil hava, at fløgan nú skal eita »Take My Life?.
Fagottin er eitt sera sjáldsamt solist instrument, og saman við eini góðsku, sum lýkur altjóða krøv, so ivast Kingsway Records ikki í, at hetta er ein fløga, sum kann seljast kring allan heim. Fløgan verður partur av eini seriu, ið verður kallað »Wordship without words?, og sipar hetta til andaliga innihaldið í fløguni ? hóast ongi orð eru.
Jógvan Zachariassen er í løtuni búsitandi í Motherwell í Skotlandi, sum liggur júst uttan fyri Glasgow. Hann er skúlastjóri á einum bíbilskúla.