Jóhan Dahl dragast í rættin

Størsti einstaki partaeigarin í Atlantsflog, Adrian Noskwith, kennir seg nú noyddan at draga Johan Dahl í rættin. Orsøkin er, at Johan Dahl hevur blandað seg í raksturin í felagnum, og einki hevur gjørt fyri at rætta upp á tað aftur

Atlantsflog

Rógvi Nybo

[email protected]


Fyri átta mánaðum síðani var rættiligt rok um Atlantsflog. Á aðalfundinum hjá Atlantsflogi tann 2. apríl í ár, ætlaði Johan Dahl at umskipa nevndina í flogfelagnum, soleiðis at privatu partaeigararnir mistu sítt einasta umboð í nevndini. Hetta elvdi til rættiligt rok.

- Føroya Landsstýrið hevur svikið ta lyftið, sum varð givið um, at landsstýrið ikki skuldi blanda seg í dagliga raksturin av Atlantsflog. Hetta lyftisbrot hevur skatt føroyska flogfelagið almikið og hevur minkað um virðið av partabrøvunum, segði Adrian Noskwith tá. Hann er størsti privati partaeigari í Atlantsflogi, og hevur keypt partabrøv í felagnum fyri umleið 17 milliónir krónur, sum svarar til góð 5 prosent.

Eftirfylgjandi skifti Johan Dahl alla nevndina í felagnum út, og komu privatu partaeigararnir tá við trimum uppskotum til Landsstýrið, til at fáa loyst málið.

Fyrsti møguleikin var at landsstýrið skuldi keypa einskildu partabrøvini aftur fyri útveganarprísin, ella skuldi landsstýrið selja sín meirilutapart fyri útveganarprísin, ella í síðsta føri at landsstýrið umskipaði einskildu partabrøvini til B-partabrøv við fastlæstari rentu.

Vegna landsstýrið skal Johan Dahl tá hava lovað at viðgerða uppskotini við vælvild.

Men nú letur Adrian Noskwith aftur hoyra frá sær.

Í eini lýsing á síðu 7 í Sosialinum í dag, kemur hann við eini innbjóðing til Johan Dahl.


Ákæran

Adrian Noskwith skrivar soleiðis í innbjóðingini.

»

Tá Føroya Landsstýri fyri tveimum árum síðani bjóðaði privatum íleggjarum at keypa partabrøv í Atlantic Airways, lovaði landsstýrið ikki at blanda seg upp í raksturin av flogfelagnum. Undir tínari leiðslu er hetta broytt.


Sjálvt um vit mótmæltu, skifti til tú vælvirkandi nevnd felagsins út og setti tínar egnu menn í nevndina. Tú hevur broytt raksturin hjá floghavnini; nakað sum ikki varð upplýst, tá partabrøvini vórðu seld, so inntøka er fluttur frá flogfelagnum til eina almenna fyritøku.

Úrslitið av hesum er, at flogferðaseðlaprísirnir eru hækkaðir, og partabrøvini verða næstan ikki handlað longur. Eingin seriøsur íleggjari ynskur at eiga ein minnilutapart í einum flogfelag, sum verður rikið av einum politikkara.

Fyri átta mánaðum síðani bóðu vit teg fylgja tí, sum landsstýrið lovaði teimum privatu íleggjarunum. Tú bað okkum um at hava álit á tær. Sambært avtalu, løgdu vit fram trý uppskot, sum hvørt sær kundi loyst trupuleikan á nøktandi hátt:


- at landsstýrið keypir okkara partabrøv aftur fyri útveganarprísin, ella

- at landsstýrið selur sín meirilutapart fyri útveganarprísin, ella

- at landsstýrið umskipar okkara partabrøv til B-partabrøv við fastlæstari rentu.

«


Landsstýrið kanska í rættin

Nú eru átta mánaðir gingnir, síðan privatu partaeigararnir settu fram hesi uppskot, men teir hava hvørki hoyrt orð ella eið frá landsstýrismanninum.

Adrian Noskwith sigur í lýsingini, at hetta snýr seg um álit, og um hvat er rætt og rímiligt, og leggur afturat, at hóast teir eru til reiðar at fáa hetta í rættlag við semju, og at teir ikki ynskja at fara í rættin, so gevur Johan Dahl teimum einki val.

»

Vegna landsstýrið, lovaði tú at viðgera hesi uppskot við vælvilja. Nú eru átta mánaðir gingnir uttan at vit hava hoyrt nakað frá tær.

Hetta snýr seg um, hvat er rætt og rímiligt. Hetta er ein spurningur um álit.

Vit ynskja ikki at fara inn í eitt rættarmál. Tað verður dýrt og tekur tíð. Men tygum geva okkum onki valg. Málið loysir ikki seg sjálvt.

Tá hampulig fólk gerast ósamd, seta tey seg niður og finna eina loysn. Vit heita á teg um at fáa hetta í rættlag. Vit eru tilreiðar at hitta teg – ella ein og hvønn, sum landssstýrið tilnevnir at finna eina rímuliga og sámuliga loysn á hesum máli.

«

Soleiðis skrivar Adrian Noskwith, og bendir okkurt á, at fær landsstýrismaðurin ikki greiðu á málinum skjótt, kann landsstýrismaðurin ella landsstýrið verða drigið fyri rættin.