Jóhan M. Restorff 65 ár

Jóhan Martin Restofff er føddur í Havn 6. desember 1939.

Hann er sonur Mariu, f. Joensen og Christian Dahl Restorff, sum bæði vóru havnarfólk. Abbarnir hjá Jóhan í báðar ættir vóru kendar havnarmyndir, Jóhan Restorff, ið var skipari og róptur kapteynurin og Hans Joensen, undir Kletti, ið var handilsmaður.
Føðingardagsbarnið, Jóhan Restorff, vaks upp fyrstu 9 árini av lívi sínum niðri á Áarvegnum, í barndómsheiminum hjá pápanum, sum stóð har niðasti parturin av Hotel Hafnia er. Í 1948 flutti húskið niðan á Hoyvíksvegin at búgva.
Jóhan gekk í skúla í gamla kommunuskúlanum, sum varð bygdur í Húsgarðsbønum seinast í 1890-unum. Hetta er prýðiligi bygningurin úr gróti, har býráðsumsitingin heldur til. Seinni fór Jóhan í realskúlan og tók prógv haðani.
Stutt eftir lokið realprógv fór Jóhan undir hotelútbúgving á Hotel Baltic í Nykøbing Falster í Danmark. Saman við honum fór eisini Ester, ættað úr Fuglafirði, sum hann giftist við í 1959.
Eftir lokna hotelútbúgving í 1960 kom Jóhan heimaftur á klettarnar at hjálpa pápa sínum, sum í 1950 hevði bygt Hotel Hafnia og var byrjaður hotelvirksemi saman við konu síni, Mariu. Hotel Hafnia hevur verið virkisøki og arbeiðsplássið hjá Jóhan síðani og myndaði hann, saman við faðiri sínum, leiðsluna á Hafnia árini fram til 1971, tá ið yngri beiggin, MC kom heimaftur, eisini eftir lokna útbúgving innan hotelfakið.
Jóhan og Ester fingu 4 børn: Christian, sum einans 5 ára gamal doyði av vanlukku yviri við strond í 1965, har ruskplássið í Tórshavnar kommunu var tá. So er tað Katrin, Jan og Martin.
Ester, kona Jóhan, tók eisini útbúgving innan hotelfakið, samstundis sum Jóhan, á Hotel Baltic. Hon tók prógv sum smyrjibreyðskvinna og arbeiddi eisini á Hafnia í fleiri ár.
Umframt bróðirin MC, hevur Jóhan tvær systrar, Birgit og Kirstin, sum báðar hava arbeitt á Hafnia í mong ár.
Í arbeiði sínum sum hotellstjóri hevur Jóhan - eins og faðirin Christian Dahl Restorff - duga sera væl at vísa gestunum blíðskap, so hesir hava kent seg væl, bæði sum gistandi gestir og matgestir.
Jóhan hevur ikki einans verið hin føddi hotelverturin. Hann hevur eisini virkað á øðrum økjum. Hann hevur verið í sangkórinum í Ebenezer síðani hann var blaðungur og hevur við góðu sangrødd síni verið mikil stuðul har. Tey veiku og sjúku eiga ein góðan vin í Jóhan og konuni Ester, sum mangan hava vitjað tey, ið hava serligan tørv og soleiðis lívgað mangan, ið tørvaði vinarhond og eitt gott orð - ikki minst andaliga. Hjartalagið fyri teim sjúku og veiku var eisini nakað, ið eyðkendi faðirin, Christian Dahl Restorff.
Mong eru tey, sum hava sitið gott í heiminum hjá Ester og Jóhan, bæði tá ið tey búðu á Húsabrúgv, á Hoyvíksvegi og har tey nú búgva.
Trúgvin á Frelsaran, sum Jóhan og Ester lærdu at kenna í barnaárum, hevur verin berandi tátturin í lívi teirra, serstakliga tá ið sorgar- og sjúkuóløgi hava hótt við at taka tey av fótum. Men í øllum hesum eru tey í trúnni á Jesus borin ígjøgnum alt - til dagin í dag.
Vit ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við teim sekstifimm og honum og Ester signing Guds framyvir, somuleiðis børnum og barnabørnum teirra.
Mánadagin 7. desember kl. 9-12 eru fólk vælkomin á Parnassið á Hafnia at hitta Jóhan og fáa sær ein drekkamunn.

Sv.