Jóhan vann á Føroyum

Óansæð ítróttargrein er spenningurin altíð stórur tá Føroyar leika ímóti Danmørk. Tó so er dysturin í dag serligari enn nakar dystur áður. Í dag leikar føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen við í móti Føroyum. Jóhan Hansen, sum fyri stuttum bleiv kjósin besti høgri vongur í Champions League eftir fimta umfar, leikast dagliga í Bjerringbro/Silkeborg í bestu donsku deildini.

Venjingardystur varð í dag spældur ímillum Føroyska A-landsliðið og Danska B-landsliðið í hondbólti. Hetta er liður í fyrireikingunum til komandi EM-undankapping. Venjingarlegan fyrigongur í Póllandi, har mótstøðuliðini eru teir næstbestu hjá Danmørk og Pólland, og A-lansliðið hjá Estlandi.

 

Óansæð ítróttargrein er spenningurin altíð stórur tá Føroyar leika ímóti Danmørk. Tó so er dysturin í dag serligari enn nakar dystur áður. Í dag leikar føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen við í móti Føroyum. Jóhan Hansen, sum fyri stuttum bleiv kjósin besti høgri vongur í Champions League eftir fimta umfar, leikast dagliga í Bjerringbro/Silkeborg í bestu donsku deildini.

 

Jóhan Hansen spældi ein heldur taman dyst og gjørdi ikki nógv hóvasták burturúr. Hann greiddi sínar skyldur á vonginum. Einasta sermerkta støðan í dag, var tá Eirikur Simonsen, gamli liðfelagi Jóhan ígjøgnum øll ungdómsárini, mundi kasta bóltin í andliti á Jóhan Hansen eftir innkast. Hetta var tó ikki við vilja og teir góðu hvør øðrum “high-five” og hálsfevndust í hálvleikinum.

 

Úrsliti var harafturímóti ikki nakað serligt. Støðan endaði 22-33 til Danmørk, sum sannførandi fór frá føroyska liðinum. Fyrsti hálvleikur var javnari enn annar, og endaði hann 13-10 til danir. Men í seinna hálvleiki megnaðu føroysku leikararnir ikki at fylgja við longur, og Danmark bara økti um leiðsluna.

 

Føroyska liðið arbeiddi sum altíð gróthart, men álopsspælið tóktist ósamanhangandi og við ov lítlum tolið. Í verjuni menn var ov stórur munur á støddini á føroysku og donsku leikarunum, hóast danska álopsspælið ikki tóktist at vera nakað dreymakent, men heldur sást at danir vóru á hesum liðið fyri at vísa sínar dygdir fyri at koma longur upp í stigsskipanina.

 

Næsti dysturin hjá føroyska landsliðinum er í morgin klokkan 16.00 føroyska tíð, áðrenn teir sunnudaginleika ímóti Póllandi.