JóiPé x Króli á G!

Teir eru mest stroymda nýggja íslendska navni við yvir 20 milliónum stroymingum á Spotify.

JóiPé x Króli komu brestandi inn á íslendska tónleikapallin seint í 2017 with fløguni ‘Gerviglingur’ (á føroyskum óektað smáprýði). Eftir nøkrum fáum mánaðum, eru teir vorðnir tað mest stroymda nýggja íslendska navni við

 


yvir 20 milliónum stroymingum á Spotify. Tónleikur teirra er væl dámdur av øllum aldursbólkum. Tónleikurin er eitt nýskapandi bland av millum annað hip-hop, trap og pop. Hvussu teir so venda og snara sær, so skara teir framúr. Við sínari serstaku orku, eru teir blivnir viðurkendir sum eitt av mest spennandi nøvnunum í Íslandi.

 

 

Óvanliga virknir, hava teir báðir givið út tríggjar fløgur innan 18 mánaðir. Síðsta fløgan, við heitinum 22:40 – 08:16 var innspæld uppá undir 10 tímar og einstøku løgini eru nevnd eftir hvat klokkan tey eru tikin upp.

 

 

Nakrar dagar eftir upptøkuna tóku teir øll á bóli við útgávuni, ið als ikki var nevnd nakrastaðnis frammanundan. Tá frættist um útgávuna, var áhugin sera stórur og fløgan var stroymd 500.000 ferðir fyrsta mánaðin. JóiPé x Króli hava eina óendaliga skapandi orku, og nógv gott er óivað í væntu frá teimum, frættist frá G! fyrireikarunum.