Íslendskt átak
Fyritøkan, Intrum Justitia í Íslandi, sum verður við í íslendska vinnuátakinum í Føroyum, er partur av altjóða innheintingarfyritøkuni Intrum Justitia.
Hetta er fremsta fyritøkan í Evropu innan miðvísa áognarstýring, sum á enskum verður rópt Credit Management Services.
Á hvørjum ári viðger Intrum milliónir av málum fyri fyritøkur og stovnar kring allan heim.
Eini 3000 fólk í 22 londum í Evropu starvast hjá Intrum Justitia, og haraftrat hevur fyritøkan fleiri enn 120 umboðsskrivstovur víða um heimin.
Hjá Intrum í Íslandi starvast stívliga 120 fólk á átta skrivstovum kring landið.
Heildarloysnin
Benjamín Axel Árnason hevur tann leiklut í íslendska felagnum, sum róptur verður "projekt manager" ella verkstjóri.
- Vit bjóða fyritøkum og stovnum heildarloysnir á innheintingarøkinum. Hesar loysnir fevna eitt nú um innkrevjing (inkasso), eftirlit við áogn, millumlanda innkrevjing, rættarinnkrevjing, skuldarupplýsingar, mvg-endurgjald og ráðgeving, sigur hann.
Í tilfari, vit hava fingið um Intrum í Íslandi, verður víst á, at kunningartøkni er ein stórur partur av virkseminum hjá fyritøkuni.
Kunningartøkni og miðvís menning av starvsfólkunum hava størstan týdning fyri tann serstaka innheintingarhátt, sum Intrum hevur lagt seg eftir at nýta.
- Vit bjóða eisini viðskiftafólki atgongd til umfatandi heimasíðu, har tey betur kunnu fylgja við, hvat líður innheintingini, sigur fyritøkan.
Intrum Føroyar
Longu nú er eitt partafelag stovnað í Føroyum, Intrum Føroyar, sum fer at hava skrivstovu í Havn. Fyribils er allur partapeningurin í felagnum íslendskur, men ætlanin er, at føroyskir íleggjarar eisini skulu eiga lut í felagnum.
Stjóri í Intrum Føroyar er 32 ára gamli, Jákup Bech Jensen.
Jákup lærdi í Skemmuni í Havn og gjørdist dagligur leiðari longu, tá ið hann hevði lært í eitt ár. Hann hjálpti eisini til í Rumfatallagurin, sum svarar til Skemmu-handlarnar í Íslandi, ið Jákup á Dul Jacobsen eisini eigur. Jákup var eisini við til at leggja lunnar undir handlarnar hjá føroyska vinnulívsmanninum í Íslandi.
Jákup starvaðist í Skemmuni í Havn í eini 6-7 ár. Í byrjanini arbeiddi hann um dagin og gekk í handilsskúla um kvøldarnar, og seinni tók hann eisini merkonom-lærugreinar.
- Tá ið eg gavst í Skemmuni, avgjørdi eg at fara til sjós. Eg helt, at hetta líkasum er eitt slag av skyldu hjá einum føroyingi, sigur Jákup.
Hann sigldi sum dekkari við Ennibergi í eini tvey ár og fór síðan á hægri handilsskúla, samstundis sum hann tók fyrsta partin av HD um kvøldarnar.
Skipsmeklari
Næsta stigið í lívinum hjá Jákupi, var at byrja eina fyritøku í Føroyum, Arctic Import. Henda fyritøka er í dag ein partur av JB-Trade, ið bjóðar seg fram sum heildarveitari av stórt sæð øllum, sum stovnar og skrivstovur hava fyri neyðini tað veri seg heilt frá innbúgvi til reingerð av hølum.
- Eg var umboðsmaður fyri hesa fyritøku í eini tvey ár og fór síðan niður til Danmarkar at arbeiða sum skipsmeklari.
Jákup var í starvi hjá felagnum, Atlantic Shipping í Keypmannahavn, í eini fýra ár.
- Vit seldu fiskiskip um allan heimin. Eg ferðaðist nógv. Hetta var eitt læruríkt og spennandi arbeiði, har eg møtti nógvum fólki um ein stóran part av heiminum.
Fyri hálvum ári síðan avgjørdi Jákup og familja hansara at flyta heimaftur til Føroya.
- Mær stóð í boði eitt starv á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka, og har havi eg starvast, til eg nú tók við starvinum sum stjóri í Intrum Føroyar, sigur hann.
Samstundis, sum hann hevur átikið sær hetta starv, er Jákup eisini í holt við at taka seinna partin av HD lesnaðinum innan strategiska leiðslu á Copenhagen Business School.
Skrivstovu í Havn
Jákup sigur, at Intrum Føroyar í løtuni er í holt við at leita sær eftir skrivstovuhølum í Havn, og somuleiðis skulu nøkur fólk setast í starv hjá felagnum.
Hann væntar, at eini fimm fólk verða í starvi hjá felagnum, tá ið virksemið í Føroyum byrjar.
Tá ið virksemið hjá Intrum í stóran mun snýr seg um innheinting av áogn fyri fyritøkur og stovnar, spurdu vit Jákup, um felagið fer at kappast við advokatskrivstovur í Føroyum, sum frammanundan hava slíkar uppgávur.
- Jú, sjálvandi fara vit at bjóða okkum fram í kappingini um viðskiftafólkini, men í slíkum høpi plaga vit ikki at tosa um kappingarneytar, men heldur um "kollegar", sum hann tekur til.
80 ára royndir
Hann sigur, at Intrum Føroyar serliga fer at bjóða seg fram, har felagið við sínum altjóða royndum og mongu skrivstovum kring um í heiminum, eru sterkir.
- Intrum Justitia hevur 80 ára royndir við innheintingum í altjóða høpi, og hetta ger tað lættari at gera okkara arbeiði. Vit hava samstarvsfeløg, sum gera tað einfalt hjá okkum at náa langt út um landoddarnar ja, um allan heimin.
Jákup væntar, at hóast ein partur av
virkseminum hjá Intrum Føroyar verður at heinta inn ágóðar uttanfyri Føroyar, fer størsta virksemið hjá felagnum kortini at liggja innanfyri landoddarnar.
- Vit kunnu taka eina lítla føroyska fyritøku sum dømi. Talan kann eitt nú vera um ein handverkara, sum er raskur at arbeiða, men sum ikki torgar skjalaarbeiði. Tá kann viðkomandi lata okkum alla innheinting eftir, at fyrsta fakturan er send viðskiftafólkinum. Vit kunnu fylgja kravinum upp við at rykkja við brøvum, um peningurin ikki verður goldin vit kunnu ringja ella senda fólk á dyrnar.
Fyrst við "mildum"
Jákup vísir á, at verður ágóðin ikki
goldin fyritøkuni rættstundis, verður fyrst tann sonevnda "milda" mannagongdin nýtt.
- Her leggja vit okkum eftir at vísa virðing fyri skuldaranum og royna saman við viðkomandi at finna eina loysn. Um hetta ikki førir til, at inngjøld koma, verður málið latið løgfrøðiligu deildini hjá Intrum Føroyar. Tá fer málið frá at vera eitt vanligt inkasso-mál til at gerast eitt mál, har rættslig tiltøk verða sett í verk. Finst framvegis eingin loysn, endar málið í rættinum, har dómur verður feldur.
Skuldareftirlit og mvg
Jákup sigur, at ein onnur tænasta, sum Intrum Føroyar fer at veita sínum viðskiftafólkum, er skuldareftirlit.
- Í slíkum føri gera vit, hvat vit kunna fyri at heinta inn krøv, sum eru mett ómøgulig at heinta. Vit halda fast um krøvini í nøkur ár og minna skuldaran á, at hann hevur skuld. Hetta kann t.d. enda við, at viðkomandi viðskiftafólk hjá okkum fáa allan ella ein part - av ágóðanum.
Eitt annað, sum Intrum Føroyar kann hjálpa viðskiftafólki við, er at heinta inn mvg-endurgjald.
- Hetta kann vera fyri vørur, sum føroyskar fyritøkur keypa uttanlands, eitt nú á vørumessum ella í vanligum handilsørindum. Í nógvum førum halda fólk, at tað er meira møði enn føði at fáa mvg aftur, hóast teir eiga henda peningin. Hetta er ein tung mannagongd, sum krevur bæði tíð og orku, og í slíkum føri bjóðar Intrum Føroyar seg eisini fram við tí stóra netverki, sum fyritøkan hevur.
Stjórin í Intrum Føroyar vísir á, at Intrum Justitia hevur eina deild í Finlandi, sum burtur av tekur sær av slíkum.
Áhugaverd uppgáva
- Jú, vit eru sera spentir eftir at sleppa í gongd í Føroyum, og vit halda, at vit hava eina góða og fjølbroytta tænastu at bjóða føroyska samfelagnum, sigur Jákup Bech Jensen.