12. umfar í landskappingini í fótbólti verður í kvøld. Í Gundadali verður grannauppgerð millum B36 og HB. Jákup á Borg verður ikki at síggja á síðulinjuni, tí hann hevur leikbann.
Árstalsfelagið er kroyst, hóast liðið spælir undirhaldandi fótbólt. Fyrrverandi landsliðsspælarin og samlaði toppskjúttin í føroyskum fótbólti, hevur fingið leikbann í tveir dystir. Tað var eftir ótrúliga steypasigurin á HB, tá B36 seinasta partin av dystinum spældi við níggju móti 11, at Jákup á Borg fór ov langt í samrøðu við Rás2.
Fótbóltssambandið tók málið upp og kappingarnevndin kom fram til, at Jákup á Borg skal sita uttanfyri í tveir dystir. Tað er venjarin als ikki samdur í.
-Eg haldi tað er ræðuliga keðiligt og unfair. Tað keðiligt fyri føroyskan fótbólt. Nú taka teir bara og pilka ein venjara úr rúgvuni og revsa hann. Sjálvt um eg fór eitt sindur ov langt, so haldi eg at samfelagið og føroyskur fótbóltur missur eitt sindur av glansinum. Ikki tí tað er glansur, at eg brúki meg í eini samrøðu, men tú fær eitt samfelag og fótbólt uttan lit og persónligheit, tí tað er ikki lov longur, sigur Jákup á Borg.
Hann heldur at vit eru í holt við at taka kantin úr føroyskum fótbólti. Tey, sum kunnu geva einum kjaki ella samrøðu lit verða revsaði. Og tað dámar honum ikki.
- Hvussu oftani hava menn sum Alti Gregersen og aðrir, ikki sett lit á eina samrøðu ella kjak við at tora at seta orð á nakað. Tað blívur for grátt og trist uttan tað. Eg haldi hetta er langt úti og ræðuliga unfair, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Hann fær partvís stuðul frá Sigfríð S. Clementsen, venjara hjá HB.
- Hatta er eitt leikbann. Eitt ella annað stað er tað ikki í ordan, sum hann sigur. Mín trupulleiki við hesum er, at tað er heldur tilvildarligt nær leikbannið fellur. Har eru aðrar útsøgnin, sum eg ikki haldi hava staðið aftanfyri tað sum Jákup á Borg segði, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Rás2 sigur frá grannauppgerðini, sum verður klokkan 18. Rás2 sigur somuleiðis frá toppdystinum í Runavík millum NSÍ og KÍ.
12. umfar:
B36-HB (18.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-KÍ (18.00) Beinleiðis á Rás2
07 Vestur-ÍF (18.00)
Skála-TB/FCS/Royn (18.00)
EB/Streymur-Víkingur (19.00)