Jákup á Borg er aftur á landsliðnum

- Hugurin at spæla á landsliðnum er veruliga komin aftur, so eg gleði meg nógv til venjingarleguna á La Manga í næstu viku.

 

32 ára gamli Jákup á Borg er aftur føroyskur landsliðsspælari. Framherjin úr B36 takkaði annars fyri seg á landsliðnum í 2010, tí skaðar darvaðu hann illa. Nú boðar Fótbóltssambandið frá, at Jákup á Borg ætlar sær at verða við, tá Føroyar skulu royna seg í undankappingini til HM í ár. Hann er eisini við í hópinum, sum fer á venjingarlegu í næstu viku.

 

- Eg spældi alla kappingina í fjør, uttan at verða darvaður av skaðum. Í ár eru bara tríggir landsdystir á skránni, so vónandi kann eg vera við til tær uppgávurnar, sigur Jákup á Borg við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, www.fsf.fo.

 

Landsliðshópurin stevnir móti La Manga leygardagin. Umframt venjingar, eru tveir dystir á skránni. Týsdagin er mótstøðuliðið Real Murcia úr næstbestu sponsku deildini, og mikudagin skal landsliðið royna seg móti La Union, sum spælir í triðbestu deildini.

 

Jákup á Borg er skrásettur fyri 61 altjóða landsdystir fyri Føroyar.