Í morgin leggur Jákup á Borg úr B36 leiðina til Onglands, og ørindini eru ikki hvørji sum helst. 18 ára gamli áleyparin, sum í løtuni er toppskjútti í 1. deild, skal til Liverpool, har hann skal royndarvenja hjá heimskenda felagnum Liverpool FC.
Tað eru Jákup í Stórustovu og Nordplayer, sum hava fingið hetta í lag, og fyri Jákup á Borg merkir hetta ein tann størsta ítróttarliga avbjóðingin higartil.
Sum tey flestu ivaleyst vita, hevur tað verið uppá tal, at Jákup saman við Heðini á Lakjuni úr KÍ skuldi til Watford, har teir vóru og royndarvandu í vár. Hesar ætlanirnar eru eisini framvegis sera aktuellar, men nú Jákup fekk tilboðið um at koma til Liverpool at royna seg í eina góða viku, tók hann sjálvandi av.
? Tá vit sendu umsóknina avstað til Liverpool, var tað mestsum fyri at royna okkurt annað, meðan vit bíðaðu eftir Watford. Tað eru bert tríggir dagar, síðani hetta kom upp á tal, og bæði eg og Jákup (Jákup í Stórustovu, blðm.) vóru ovfarnir av at fáa svar aftur so skjótt, sigur Jákup á Borg við Sosialin.
? Liverpool er jú eitt av heimsins størstu fótbóltsfeløgum og er eitt spennandi felag, sum eisini ger nógv við ungdómsarbeiðið, sigur Jákup og leggur afturat, at hann vónandi nú fær høvi til at heilsa uppá Michael Owen, sum hann var í U16-kapping saman við fyri nøkrum árum síðani.
? Annars eri eg Manchester United-viðhaldsmaður um ein háls, so eg má royna ikki at tosa ov hart, meðan eg eri har, skemtar Jákup, sum eisini veit av, at Patrik Berger ? ið ikki er best umtókti maður í Føroyum í løtuni ? eisini spælir við Liverpool. Berger var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nógv umrødda málið, Kekkia fekk á Svangaskarði seinasta sunnudag.
? Men eg vænti einki. Sjálvandi hevði tað verið ótrúligt, um teir nú bjóðaðu mær ein sáttmála, men eg verið so avgjørt ikki vónbrotin, um teir ikki gera tað. Bara tað, at eg havi verið í Liverpool og vant hevur nógv at siga, tá eg vónandi einaferð fari uttanlands at spæla fótbólt, sigur B36-framherjin, ið hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár, sum millum annað hevur borið úttøku til A-landsliðið hjá Allani Simonsen við sær.
B36 er í løtuni nummar tvey í landskappingini, har Jákup hevur skotið 16 mál í 14 dystum, og B36-unglingarnir, har Jákup er liðskipari, eru eisini favorittar til at vinna føroyameistaraheitið.
Traditión fyri góðar áleyparar
Øll, sum hava áhuga fyri fótbólti, kenna Liverpool sum eitt av heimsins størstu fótbóltsfeløgum, og eitt skifti vóru teir eisini besta lið í heiminum.
Teir hava eina serliga traditión fyri at framleiða sera góðar áleyparar ? Kevin Keegan, Kenny Dalglish, Ian Rush, Robbie Fowler og seinast supertalentið Michael Owen bert fyri at nevna nakrar av teimum størstu ? og eingin ivi er um, at felagið hevur eina góða »nøs« fyri góðum áleyparum. Nú hava teir so bjóðað Jákupi á Borg til Merseyside at royna seg.