Jákup á Borg: Vit gjørdu alt tað vit kundu (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36 taka samanum javnleikin ímóti Suðringum á útivølli

- Vit gjørdu alt tað vit kundu. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá B36 aftaná B36 spældi javnleik 1-1 ímóti Suðringum á útivølli. Jákup á Borg heldur, at hansara menn stríddust tað teir kundu fyri at fáa sigurin til høldar. 

 

Men vónbrotið hómast eisini á Jákupi á Borg, ikki minst málið sum gjørdi, at Suðringar komu á odda 1-0. Jákup iðrar seg um, at Rói Mørk Hentze bleiv fangaður á skeiva beininum, tá Reidar Dahl Joensen legði Suðringar á odda.

 

Jákup á Borg heldur, at tað er sera torført at spæla ímóti Suðringum á útivølli, og enn meira tá veðurlíkindini eru minni góð. Tá so Suðringar eisini eru sera kompaktir í verjuspælinum ger tað arbeiðssetningin torføran, staðfestir Jákup á Borg.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg á FM1 aftaná dystin við Stórá í Trongisvági millum Suðringar og B36.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Palla Augustinussen hoyrast HER