Í seinastu viku gjørdist greitt, at FSF hevði í huga at revsa B36 venjaran fyri síni úttalilsir aftaná dystin millum HB og B36, sum B36 vann 3-2, eftir at teir stóran part av dystinum spældu við tveimum monnum í undirtali.
Les eisini: FSF ætlar at revsa Jákup á Borg
In.fo skilir at FSF í dag er komið við eini niðurstøðu um, hvørjar avleiðingarnar av útsøgunum hjá Jákup á Borg vera. Jákup á Borg hevur fingið tveir dagar leikbann fyri útsagnirnar um dómaran, Dagfinn Forná, ið dømdi seinnu hálvfinaluna millum HB og B36.
Sostatt gav minningarríka hálvfinalan millum HB og B36 heili 12 dystir leikbann við sær, tá B36 áleyparin, Patrik Johannesen, fyrst fekk ein dyst leikbann, síðani tá HB liðskiparin, Jóhan Troest Davidsen, fekk seks daga leikbann, tá B36 miðvallarin, Eli Falkvard Nielsen fekk tríggjar daga leikbann, og nú tá Jákup á Borg fekk tveir daga leikbann.