TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr annan av venjaranum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen taka samanum ein frálíkan 4-0 stórsigur hjá ÍF ímóti B68 á Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
Jákup Mikkelsen vil ikki draga fram nakran spælara hjá ÍF, men slær fast, at alt liðið stóð seg framúr væl í stórsigrinum ímóti toftamonnum í dag.
Jákup Mikkelsen fegnast um, at ÍF nú er í tí stuttligu helvtini av stigartalvuni, og nú verður siktað eftir einari endastøðu, sum gevur fuglfirðingum rætt til at kappast í Europa League komandi kappingarár.