Jákup gevur avboð

Síðani B36 fyrra partin av apríl-mánaði tapti móti TB í kappingini um Løgmanssteypið, hevur Jákup á Borg drigist við skaða í lærinum. Og hesin er nú somikið álvarsligur, at neyðugt er við steðgi - og tí eisini landsliðsavboði.

- Talan er um líknandi skaða, sum tann eg í fjør hevði í vinstra baklæri. Nú er talan bara um høgra baklær.

- Tað vísir seg, at vøddarnir hjá mær snøgt sagt eru ov veikir til mín spælistíl, har eg ofta rykki kraftiga, og boðini eru púrasta greitt, at tað er neyðugt við steðgi og styrkisvenjing, sigur Jákup á Borg.

 

Eftir at vera vrakaður til dystin í Íslandi fyrr í ár, var Jákup á Borg annars partur av fyrstu landsliðsúttøkuni hjá Brian Kerr, men nú hevur spælarin givið avboð til hesa.

- Tað er sjálvandi keðiligt. Eg hevði fegin vilja prógvað, at eg eigi at vera partur av landsliðnum. Men ert tú ikki 100% til reiðar at spæla, kanst tú ikki prógva nakað. Heldur tvørturímóti, sigur Jákup á Borg.